Aðalfundur er í dag

Í dag kl 14 hittast  350 sjúkrarøktarfrøðingar til aðalfund á Hotel Føroyum. Áðrenn sjálvan aðalfundin fer Jancy Gaardlykke, dagligur leiðari í Krabbameinsfelagnum, at halda røðu. Umframt regluligu skránna verður eisini kjak. Á aðalfundinum í ár verður eisini kunngjørt, hvør verður ársins sjúkrarøktarfrøðingur og ársins álitisfólk fyri 2017. Formans- og nevndarval hevur verið, og greitt er…

350 sjúkrarøktarfrøðingar koma við yvirlýsing

Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar hevði leygardagin aðalfund. Metstór luttøka var til aðalfundin, heili 350 sjúkrarøktarfrøðingar úr øllum landinum møttu til fundin. Aðalfundurin kemur við soljóðandi yvirlýsing: Tíðin er komin, til at politiska skipanin tekur okkara krav um hægri løn í álvara. Ikki kann góðtakast longur, at sami lønarkarmur er galdandi fyri øll feløgini, tá samráðst verður. …

Føroya Rættur vísti til Umboðsmannin

– At Rætturin vísti sakamálið um starvssetanin í Økistænastuni í Sandoy frá sær, merkir ikki, at vit hava tapt. Tvørturímóti var grundgevingin hjá Rættinum fyri ikki at viðgera málið, at Umboðsmaðurin longu greitt hevur staðfest, at Stýrið fyri Økistænastuna í Sandoyar Sýslu breyt fyrisitngarlógina. Tað sigur Óluva í Gong, forkvinna í Felagnum Føroyskir Sjúrkarøktarfrøðingum, nú…