Gleði meg til aðalorðaskiftið um heilsuverkið

Arbeitt verður innan okkara heilsuverk hvønn tann einasta dag. Sjúklingar verða innlagdir og útskrivaðir aftur. Fólk møta til ambulanta viðgerð hvønn dag. Virksemið gongur sína gongd hvønn tann einasta dag. Kortini hoyra vit bert um trupulleikar innan heilsuverkið. Hví man tað vera? Eg haldi, at vit eiga at spyrja okkum sjálvi, hví heilsuverkið virkar sjálvt…