Hevur tú hug at royna teg sum kliniskan sjúkrarøktarfrøðing í eitt ár?

Vegna barnsburðarfarloyvi verður søkt eftir kliniskum sjúkrarøktarfrøðingi í tíðaravmarkað starv frá 1.september 2022 til 31. august 2023. Starvsbrøkurin er 0,8 og kemur tú at hava kliniska ábyrgd á eldrasambýlinum Giljagarði í Leirvík (starvsbrøkur 0,4) og sum heimasjúkrarøktarfrøðingur (starvsbrøkur 0,4). Tú kemur at starvast í dagtímum gerandisdagar. Brøkurin á Giljagarði er umframt vanligu normeringina og í…