Ársins Sjúkrarøktarfrøðingur 2018

Skrivað hevur Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar

14/02/2018

Hevur tú uppskot til ársins sjúkrarøktarfrøðing 2018?

 

Felagið hevur aftur í ár avgjørt, at limir felagsins skulu velja ársins sjúkrarøktarfrøðing.

Orsøkin til hesa avgerð er, at sjúkrarøktarfrøðingar í dagliga arbeiðinum eru fyri stórum avbjóðingum – bæði fakliga og kensluliga.

Felagið virðismetir arbeiðið tit gera og vil tí heiðra ársins sjúkrarøktarfrøðingi.

 

Fortreytirnar fyri at kunna veljast til ársins sjúkrarøktarfrøðing eru: 

  • Limir í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar
  • Kann hava verið við til at menna/profilera sjúkrarøktaryrkið á ein jaligan hátt
  • Kann hava útmerkað seg sum kveikari fyri nýútbúnar sjúkrarøktarfrøðingar og lesandi
  • Kann á jaligan hátt verið kveikandi fyri starvsfelagar
  • Er semjusøkjandi
     

Vit heita á limir okkara um at senda okkum innstilling, hvønn tit meta eigur at verða kosin ársins sjúkrarøktarfrøðingur. Í uppskotinum skal stutt verða greitt frá, hví tit halda at tann ið tit skjóta upp, skal fáa heiðurin, at verða valdur ársins sjúkrarøktarfrøðingur .

Send felagnum ein teldupost við tínum/tykkara uppskoti til anar@sjukrarokt.fo

 

Uppskotið skal verða  felagnum í hendi í seinasta lagi 21. februar

 

Tað er ein stýrisbólkur, settur av felagnum, ið tekur avgerð hvør fær heiðurin.

Ársins sjúkrarøktarfrøðingur 2018 verður heiðraður við einum gávubrævi á aðalfundinum 10. mars

  

Vegna Felagið Føroyskar Sjúkrarøktarfrøðingar

Óluva í Gong, forkvinna