Fleiri sjúkrarøktarfrøðilesandi í 2022

Skrivað hevur Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar

01/10/2021

Undir framløguni av fíggjarlógini fyri 2022 í gjár boðaði landsstýrismaðurin í fíggjarmálum Jørgen Niclasen frá, at samgongan hevur valt at raðfesta útbúgvingina til sjúkrarøktarfrøðing, og longu í gjárkvøldið var klárt at søkja inn á Setrið til at byrja í januar 2022.
Felagið Føroysir Sjúkrarøktarfrøðingar frøðist yvir raðfestingina. Tørvurin eftir sjúkrarøktarfrøðingum er stórur, og gleðiligt er at samgongan hevur tikið felagsins áhaldandi áheitingar um økta raðfesting í álvara.

Meira um útbúgvingina sæst á setur.fo