Spennandi deildarleiðara starv við ábyrgd av demens- og eldradeild á Sýnuni. Endurlýsing

Skrivað hevur Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar

15/09/2021

Vesturvón hevur tørv á einum deildarleiðara, sum við dyggum fakligum innliti,
fyrisitingarligum nærlagni og góðum leiðsluførleikum hevur hug og áræði at gerast
partur av leiðsluni á eldraøkinum í Vágunum.
Vit bjóða eitt spennandi starv við góðum menningarmøguleikum, har tú hvønn dag
ger mun og skapar úrslit saman við dugnaligum starvsfólkum.


Um starvið
Deildarleiðarin hevur sjúkrarøktarfakliga, starvsfólkaliga og fyrisitingarliga leiðslu og
ábyrgd av virkseminum á 2. hædd á Sýnuni, sum er demens- og eldraheim.


Vit vænta okkum
Ein deildarleiðara, sum tryggjar, at fakliga støðið hjá Vesturvón er dygt og livir upp
til ásetingarnar í lógini, eitt nú við at menna og skipa tænasturnar vit veita.
Ein deildarleiðara, sum megnar at seta greið og ítøkilig krøv til røktarfakliga støðið,
eins og tvørfakliga støðið, har gerandisdagurin er merktur av at verða innihaldsríkur
og mennandi fyri starvsfólkini.
Ein deildarleiðara við áræði at leiða, ganga undan og vera fyrimynd í menningini,
sum setir dám á arbeiðið hjá Vesturvón og megnar at fremja sjónliga leiðslu.


Førleikakrøv

  • Prógv og autorisatión sum sjúkrarøktarfrøðingur eru eitt krav,
  • Prógv sum demenssamskipari ynskiligt, meðan 3 – 5 ára starvsroyndir innan eldraøkið
    eru ein fyrimunur. 
  • Kunnleiki til og áhugi fyri leiðslu og fyrisiting er eisini ein fyrimunur, eins og
    kunnleiki til viðkomandi lógir, faklig krøv og standardir á økinum.
  • Neyðugt er at hava telduførleika á brúkarastøði og evni at seta seg inn í
    skipanir, ið verða brúktar á økinum.


Setanar- og lønarviðurskifti
Deildarleiðarin vísir til stjóran í Vesturvón.
Starvið er full tíð og verður sett skjótast til ber. Starvsstaðurin er á Heiminum á
Sýnuni í Miðvági.
Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum KAF og Felagið Føroyskir
Sjúkrarøktarfrøðingar.


Umsókn
Umsókn við autorisatión, prógvum, c.v. og viðkomandi skjølum skal sendast til:
Vesturvón, Kálvalíðvegur 2, FO-370 Miðvágur
ella til teldupostadressuna: vesturvon@vesturvon.fo Umsóknin skal vera Vesturvón í hendi í seinasta lagi 5. oktobur 2021 kl. 12.00.


Fleiri upplýsingar
Ynskir tú fleiri upplýsingar um Vesturvón og starvið, vísa vit til starvs- og
persónsprofilin sum er at finna á heimasíðunum www.vesturvon.fo, www.vaga.fo og
www.sorvag.fo Tað ber eisini til at ringja til stjóran í Vesturvón, Jóngerð M. Nielsen, á telefon
793201


Um Vesturvón
Vesturvón er skipað interkommunalt. Ovasta leiðslan er eitt stýri, sum kommunustýrini í Vága og Sørvágs
kommunum velja. Tænasturnar eru skipaðar eftir lógini um heimatænastu, eldrarøkt v.m. Í løtuni starvast umleið
100 fólk hjá Vesturvón.
Aðalmálið hjá Vesturvón er at tryggja, at allir borgarar, ið koma í samband við Vesturvón, fáa skjóta og fakliga væl
grundaða tænastu við atliti at heilsustimbran, fyribyrging, røkt, viðgerð og rehabilitering.