9 vikur og so gekk ikki longur

Skrivað hevur Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar

26/08/2021

 Donsku sjúkrarøktarfrøðinganir verða lóggivnir til arbeiðis eftir drúgt verkfall. Sjálvt um ivi er sáddur um tølini, so vil danski ministarin í heilsumálum verða við at 77.000 skurðviðgerðir og aðrar viðgerðir eru útsettar. Hann vil verða við, at tað fer at taka 2 ár hjá heilsuverkinum at arbeiða seg ígjøgnum rúgvuna viðgerðum, sum hava hópa seg upp undir verkfallinum. Spurdur beinleiðis um hvat hetta talið innheldur, svarar hann ikki, men vísir til Heilsustýri. Donsku sjúkrarøktarfrøðingarnir undrast. Sami maður hevur nemliga reypa um, at danska heilsuverkið næstan hevði arbeitt seg ígjøgnum rúgvuna av útsettum viðgerðum, sum høvdu hópa seg upp, meðan Danmark var coronastongt væl longri enn 9 vikur. Eg undrist eisini, men soleiðs er ofta. Politiskt er neyðugt at rættvísgera eitt inntriv í samráðingarrættin, og tað verður gjørt við at skapa ræðumyndir fyri vanliga borgarunum. Eingin ivi er tó um, at eitt 9 vikur verkfall hevur stóra ávirkan á dagligu gongdina innan bæði primera og sekundera geiran, og um verkfallið helt fram, rakti tað nógv harðari nú háaktivitetur byrjar eftir lokna summarferiu.

Eftir stendur spurdómurin. Var hetta tað. Kunnu donsku sjúkrarøktarfrøðingarnir liva við politisku avgerðini um at lóggeva tær til arbeiðis aftur. Eg eri bangin fyri at hendan avgerðin fer at gera óbótaligan skaða, og stórur vandi er fyri, at trúfesti hjá sjúkrarøktarfrøðingumun yvirfyri teirra starvsøki hvørvur. Eftir mínum tykki er tað júst trúfesti og ábyrgdarkensla frá sjúkrarøktarfrøðingunum sum heldur øllum heilsuverkinum saman í Danmark, og so sanniliga eisini í Føroyum.

Onkursvegna eru vit komin í eina støðu har politisku mynduleikanir bæði í Føroyum og Danmark als ikki hava nakra kenslu og vitan um hvat rørir seg millum sjúkrarøktarfrøðinganar. Verðuleikin er heilt einkult at útbúgvingarstøði er nógv hækka. Krøvini til starvið eru økt munandi, og neyðugt er við serútbúgvingum og menning innan øll økir. Tað skal arbeiðast nógv meira og harvið eisini skjótari hvønn einasta dag. Alt hetta leggur dagligt stórt trýst á sjúkrarøktarfrøðinganar.

Í Danmark eru fleiri túsund størv ikki sett tí vit longu í dag mangla sjúkrarøktarfrøðingar ella tí sjúkrarøktarfrøðinganir ikki ynskja at taka av hesum størvum.  Við (ræðslu) má staðfestast, at eingin umsøkjari var til 3 hvørt leyst sjúkrarøktarfrøðistarv í 2020. Støðan er tíverri heldur ikki ókend í Føryum har tað ofta kemur fyri, at ongin umsøkjari er til leys sjúkrarøktarfrøðistørv.

Hetta leggur enn størri trýst á teir sjúkrarøktarfrøðingar, sum eru í starvið. Mistir fríðadagar, eykavaktir, dupultar vaktir og yvirtíð er dagligdagur á øllum deildum, eins og flestu deildir dagligt arbeiða undirmannaðar. 

Henda støðan er sjónliggjørd undir verkfallinum í Danmark, har vit hava sæð at á fleiri donskum sjúkrahúsum, var ikki møguligt til at fara í verkfall, av tí at tey ikki høvdu manning til sjálvt tað akuttu tilbúgvingina. 

Sitandi danska stjórnin lovaði upp til seinasta val, at tað skuldi setast 1000 eyka sjúkrarøktarfrøðingar í danska heilsuverkinum. Ein hálv milliard skuldi nýtast til rekrutering, útbúgving, betring av arbeiðsumhvørvinum eins og at fasthalda sjúkrarøktarfrøðingar innan yrkið. Enn er einki av hesum vallyftum sett í verk.

Tað er ikki bara í Føroyum og Danmark at sjúkrarøktarfrøðinganir eru ónøgdir við løn og arbeiðsumstøður. Boðskapurin úr øllum norðanlondum og europeiskum londum eru einsljóðandi. Vit góðtaka ikki longur lágu lønina og als ikki tær arbeiðsumstøður okkum verður givið. 

Tíðin er komin til at politiska skipaninar fyriheldur seg til verðuleikan og ásannar og virður tann týdningin vælútbúnir sjúkrarøktarfrøðingar hava fyri fólkaheilsuna í einstøku londunum, og allarmest fyri trygdina hjá sjúklingum og borgarum ið tørva hjálp. Vit kunnu ikki framhaldandi lata standa til.