21 prógv í sjúkrarøktarfrøði og fólkaheilsu

Skrivað hevur Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar

25/06/2021

Í dag fingu 19 lesandi prógv í Kongshøll, og kunnu nú kalla seg B.Sc í sjúkrarøktarfrøði. Eisini fingu tveir sjúkrarøktarfrøðingar handað prógv fyri teirra masterútbúgving í fólkaheilsu.

Kristianna Dam, útbúgvingarleiðari bjóðaði vælkomin og Magni Mohr, dekanur helt røðu.

Óluva í Gong, forkvinna fyri Felagið Føroyskar Sjúkrarøktarfrøðingar fekk eisini høvi at handa nýklaktu sjúkrarøktarfrøðingunum limanál felagsins.

Gestarrøðari var Margit Stórá, varastjóri á Landssjúkrahúsinum, og fyri nýklaktu sjúkrarøktarfrøðingarnar helt Amanda D. Jacobsen røðuna.
Hátíðarløtan endaði við sangframførslu frá Lenu og Niclas.

Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar ynskir nýklaktu sjúkrarøktarfrøðingunum og sjúkrarøktarfrøðingunum á master støði hjartaliga tillukku.