Tórhild Bærentsen er ársins sjúkrarøktarfrøðingur 2020

Skrivað hevur Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar

12/05/2021

Um ársins sjúkrarøktarfrøðingur verður sagt er ein eldsál, ið hevur staðið á odda at fremja batar við tí endamáli, at sjúklingurin fær bestu røkt og viðgerð.

Hon hevur ment mannagongdir, sum eru komnar bæði vandum og ikki minst nýggjum starvsfólki til góðar. Hon er sera góð við sjúklingarnar og er ein avbera góður starvsfelagi, sum altíð er til reiðar at hjálpa. Hon er semjusøkjandi,  er góð í tvørfakligum samstarvi og dugir sera væl at læra frá sær.

Eisini er hennara sjúkrarøkt rokkin langt út um landoddarnar, har hon eitt tíðarskeið gjørdi sjálvboðið hjálpararbeiði sum sjúkrarøktarfrøðingur. Umframt hevur hon gjøgnum nógv ár vunnið sær starvsroyndir uttanlands, sum síggjast aftur á arbeiðsplássinum.

Við sínum ótroyttiligu betranarátøkum hevur hon lyft sjúkraøktina á eitt høgt fakligt støði.