Valgrein: Súsanna Funding

Skrivað hevur Óluva í Gong

05/03/2021

Súsanna Funding:

 

Eg eiti Súsanna Funding, og eg eri 44 ára gomul. Eg eri búsitandi í Hoyvík saman við manni mínum og okkara trim­um børnum. Eg varð útlærd sum sjúkrarøktarfrøðingur í 2005. Eg var á síðsta holdi eftir gomlu út­búgv­ingini undan bachelorunum. Næm­inga­felagið royndi sítt ítarsta fyri, at vit beinanvegin kundu taka ískoytið til bachelor. Tíverri eydnaðist hetta ikki. Í 2017 fekk eg mær loksins í­skoyt­is­út­búgv­ingina.

Síðani eg varð útlærd, havi eg arbeitt inn­an ymisk øki, tó øll innan pediatriska øk­ið. Mínar fleiri ára royndir eru frá Barna­deildini á Landssjúkrahúsinum, har eg starvist í dag. Havi tó eisini í styttri tíðarskeið arbeitt innan onn­ur øki – á føðideildini, sum sjúkra­røkt­ar­frøð­ingur innan serøki, og sum heilsu­frøð­ingur á skúlaøki. Tað er við­kom­andi og mennandi at leita út um vegg­irnar, og fáa innlit og kunnleika frá øðr­um økjum. Hetta meti eg hevur ver­ið við til at styrkja mínar fakligu før­leikar, og víðkar mín sjónarring í mínum dagliga arbeiði á Barnadeildini. 

Eg stilli upp til nevndina í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar
Eg havið altíð verið áhugað í, hvat rør­ir seg í samfelagnum.  Minnist væl, hvussu sáttmálatræturnar mang­an gingu harðliga fyri seg. Eg var tíð­liga hugtikin av, hvussu verkafólk, fak­felags­for­kvinn­ur og menn høvdu dirvi og áræði til at standa stinn, tá ið tað leikaði hart á. Medvitið um, at rættindi eru vunnin rættindi og ikki givin rættindi, var mær tíðliga tilvitað.  Og at vit standa stinn­ari sum limir í  einum fakfelag, enn sum einstaklingar.

Kenni meg ikki sørt eyðmjúka um at stilla upp til eina nevnd, sum eftir mín­um tykki, hevur útinnt eitt so ómeta­liga gott arbeiði. Dirvið og áhaldnið frá forkvinnu og nevnd hevur verið fram­úr!

Í báðum teimum seinastu sátt­mála­sam­ráð­ing­un­um hevur leikað hart á, og í báðum førum endaði við verk­falli. Hetta hevur verið neyðugt, fyri at markera seg og fyri at vísa, at sjúkra­røkt­ar­frøð­ing­ar­nir veruliga standa við síni krøv. Og tað hevur borið frukt! Tað er ongantíð gott, at nakað endar við verkfalli, men hesin rættur er nýttur fyri at bera okkum fram á leið. Vit hava verið so afturúrsigld í mun til lønarlag, at neyðugt hevur ver­ið at taka verkfalsrættin í brúk. Eitt so afturúrsiglt lønarlag kemur ikki í rættlag eftir bert tveimum samráðingum. Men tað kennist gott, at gongd er komin á, og spennandi verður frameftir.  

Við øllum hesum í huga, so vil eg bjóða meg fram at vera ein virkin partur av okkara nevnd í Felagnum Før­oysk­ir Sjúkrarøktarfrøðingar.

 

2020 – ár sjúkra­røktar­frøð­inga, so sanniliga

Eingin kundi spáa um, hvussu nógv 2020 skuldi verða ár sjúkrarøktarfrøðinga. Flor­ence Nightingale og tað, sum hon legði lunnar undir, kom so sanniliga á bredd­an í farna ári. Korona hevur merkt allan heimin og eisini okkara klettar. Tað var sum, at triði veraldarbardagi var brostin á. Hesaferð var tað eitt vir­us, sum gjørdi herferð. Eg kalli tað ein veraldarbardaga, tí kring allan knøttin hava sjúkrarøktarfrøðingarnir staðið við frontin. Hetta hevur verið, og er framvegis, ein ófatuliga stríggin bard­agi. 

Tað sermerkta við hesum ver­aldar­bardaganum í mun til undanfarnu er, at hesaferð eru tað kvinnurnar, sum í mestan mun, hava staðið við frontin. Kvinnurnar, sum ikki altíð hava havt størstu virðingina í heimssøguni.  Tær hava nú sanniliga víst seg og sett seg í respekt. Vónandi fer hetta at geva eftirristingar í framtíðarhugsanum um kvinnustørv. Sanniliga eru tað ikki bara kvinnur, ið eru sjúkrarøktafrøðingar, men enn eru vit í fleirtali. 

Enn er stríðið als ikki av. Í londum kring okkum, og úti í stóru verð, er stríðið harðari enn nakrantíð. Eg drýpi høvur við teimum, ið ikki hóraðu undan og hugsi nógv um tey, ið stríðast meira enn tey í veruleikanum megna. Eisini hjá okkum standa sjúkra­røkt­ar­frøð­ing­ar við frontin. Eg kenni meg eyð­mjúka um tykkara íkast til hendan bard­agan, sum eisini rakar okkara sam­felag!

 

Økt krøv til okkara sjúkrarøkt

Ongantíð hava viðgerðarmøguleikarnir og hartil sjúkrarøktin verið meira kompl­eks enn nú. Hetta er sjálvandi at gleðast um! Tó er eitt men! Hetta setir nógv størri krøv til okkum sjúkra­røkt­ar­frøð­ingar, men verða vit fakliga ílatnir samsvarandi? Tað er í øll­um førum nógv, ið bendir á, at so er ikki. Viðgerðarhættir og kompleksari sjúkra­røkt verður álagt okkum at út­inna, men lítil og eingin upplæring/upp­stigan fylgir við! Hetta er ikki í lagi! Gam­aní eru vit sjúkra­røkt­ar­frøð­ing­ar dugnaligir, og vit kunnu nógv, men vit kunnu ikki alt! Vit hava eisini tørv á áfylling fyri at vaksa við uppgávum, ið verður álagdar okkum at útinna! Her má ein hugburðsbroyting til!

Vit geva og geva í okkara arbeiði. Hvat verður givið okkum? Jú, vit fáa javn­an viðurkenning og tøkkir frá sjúk­lingi og avvarðandi! Men er tað nokk!? Verða vit viðurkendir frá okkara arb­eiðsgevara, okkara heilsuverki? Og hvat merkir tað at fáa viðurkenning? Mín greiða fatan er, at tað finnast fleiri hættir at geva viðurkenning. Jú, eitt herða­klapp frá einum starvsfelaga er ikki at kimsa at, og kanska skulu vit verða meira tilvitað um hetta. 

Eg meini avgjørt, at tað  finnast aðrir hættir at geva viðurkenning. Ein háttur er at geva fakliga áfylling! At fakligheitin kemur á breddan og hildið verður fast í hesari! At viðkomandi skeið og undirvísing verða veitt okkum! Hetta er ikki serliga frammalaga í okk­ara arbeiðsmentan, tíverri. Hetta er ógvu­liga undrunarvert! Eg starvist á einum undir­vís­ing­ar­sjúkra­húsi, men havi eitt sind­ur trupult við at merkja hetta í mínum arbeiðsdegi! Var ikki sørt spent, tá hetta heitið kom á breddan, men sakni at merkja meira til hetta. 

 

Hægri útbúgving

Fleiri sjúkrarøktarfrøðingar hava nom­ið sær, og aðrir eru í fer við at nema sær hægri útbúgving. Hetta er ógvuliga gleði­ligt! Í bachelorútbúgvingini, og enn meira í masterútbúgvingini, er nógv fok­us á gransking. Hetta er virðismikil lær­dómur, sum áhaldandi skal verða við til at menna okkara sjúkrarøkt. Tó ør­kymlar tað meg, at hetta ikki fær meira rúm í okkara yrki og arbeiðslívi! Eingin viðbót er til tær í røktini, sum hava nomið sær hægri útbúgving. Hetta er er ein vandakós og kann føra til, at vit eftirútbúgva okkum burtur frá sjúklinginum og ikki til sjúklingin! Hetta er ógvuliga álvarsamt, tí vit hava brúk fyri at vit eftirútbúgva okkum til sjúk­lingin! Her er avgjørt nakað, sum vit sum fakfelag eiga at arbeiða við! 

Tað, sum harmar meg almikið og sum undrar meg stórliga er, at tað megnararbeiði og stóra meirvitan, ið sjúkra­røkt­ar­frøð­ing­ar hava fingið eftir eitt nú loknan bachelor ella mast­er, bara hvørvur. Hetta kann ikki vera rætt! Hví verður ikki meira gjørt burturúr at gagnnýta hetta dýra­bara tilfeingi til betran av okkara sjúkra­røkt, mannagongdum, og harvið økja um dygdina av okkara heilsuverki og tæn­astu? Hetta er ikki nøktandi! 

Havi í fleiri umførum spurt sjúkra­røkt­arfrøðingar, sum hava gjørt stórar og umfatandi kanningar í samband við bachelor- ella masterútbúgvingina, um nakað er blivið implementerað. Svarið eg higartil havi fingið er nei, tíverri! Rúm er ikki fyri, at hetta verður gjørt, og tí fer tað bara aftur við borðinum. Eg síggi bara alt gullið, ið floymir oman eftir ánni! Hetta er harmiligt og er illa avstaðfarið!

Eg undrist eisini yvir, hví okkara heilsu­verk ella kommunur ikki satsa upp á og stuðla undir at fleiri, sum hava hug og orku, kunnu nema sær hægri út­búgving og harvið fáa granskingar og implementeringsførleikar.  Síðani skal hetta geva avkast aftur til okkara heilsu­verk og borgarar. Tað kundi verið í projekt­størv­um ella líknandi. Hetta er absolutt ein møguleiki, sum kann bera til. Her vantar bara hugburður og viljin til tess.

Tá alt kemur til alt, snýr tað seg um krónur og oyru! Tølini skulu passa á botn­linjuni! Sjálvandi skulu tey tað, men kvalitetur kostar! Hvat vilja vit hava? Hvør og hvussu skal sjúkrarøktin verða í framtíðini?

Samsýning fyri royndir

Øll kunnu ikki lesa víðari og tað er í lagi. Hetta er als ikki neiligt! Møgu­lig­ar førleikaviðbøtur skulu ikki bara mátast í ECTS. Í einum góðum praks­is­felagsskapi fáa vit og lata frá okkum. Eitt ógvuliga dýrabart tilfeingi eru teir sjúkrarøktarfrøðingarnir, sum, í drúgva tíð, hava starvast innan somu sergrein og harvið eru sannir ser­frøð­ing­ar! Hetta njóta øll gott av. Bæði sjúklingurin, borgarin og øll starvsfólk. 

Vit kenna øll onkran sjúkra­røkt­ar­frøð­ing, sum veit nær um alt, tí viðkomandi hevur møtt og stað­ið í tí mesta! Hetta er avgjørt ikki at und­ir­meta! Hetta eigur at verða við­ur­kent. Her hugsi eg um sam­sýn­ing fyri ára­roynd­ir í sergrein/um. Eingin ivi er um, at royndi sjúkra­røkt­ar­frøð­ing­ur­in er berandi bulurin á einum arbeiðsstaði. Hes­in hevur eina stóra ábyrgd og vitan, sum onnur hella seg at. Hetta er gott og neyðugt, men einki forgjørt var í tí, at viðkomandi fekk eina samsýning fyri hetta! Hetta haldi eg, at vit sum fak­felag eiga at arbeiða fyri.

 

Sjúkrarøktarfrøðingurin

og samfelagið

Eins og onnur sakni eg mangan, at sjúkrarøktarfrøðingarnir hoyrast úti í sam­felagnum. Undrist mangan, hví so man vera. Vit eru nógvir í tali, vit hava inn­lit og vitan um mangt í samfelags- og heilsu­politiskum høpi. Hóast tað, so hoyrast vit sjáldan. Fokus hevur verið frá felagsins síðu á júst hetta, at brynja okkum til at duga ella tora betri at stíga fram og gera viðmerkingar til sam­felagsstøðuna, politiskar ætlanir v.m. 

Eg var so spent at hoyra meira frá nýggj­astu bachelorunum, sum fingu prógvið á sumri í 2020. Allur flokkurin skriv­aði sína bachelorritgerð við evni inn­an eldrarøkt. Hetta eru sostatt nýggj­astu kanningar av okkara eldraøki. Hevði vónað og væntað, at hetta fór at seta hol á okkurt kjak um okkara eldraøki, og at okkara kommunalu og landspolitikkarar vóru áhugað í hesum. Eingin loyna er, at krúnukrímið hevur fylt nær um alt í farna ári. Møguliga er tað orsøkin til, at vit ikki hava hoyrt so nógv til hetta. Vónandi er hetta ikki farið heilt aftur við borðinum. Tað er tað ov dýrabart til!

Okkara fakfelag eigur avgjørt at halda fram við temadøgum v.m. við fok­usi á at fáa sjúkrarøktarfrøðingar at trína fram á pallin, antin á skrift ella í talu!

 

Fakligu áhugabólkarnir

Fakligu áhugabólkarnir hava ógvuliga stóran týdning! Vit eru nógvir sjúkra­røkt­ar­frøðingar, ið starvast innan allar sergreinar frá vøggu til grøv, og tí spennir okkara áhugi og servitan víða. Tað er av stórum týdningi fyri fak­lig­an íblástur og fakligan samleika, at vit hava møguleika at lima okkum inn í fak­ligan áhugabólk. Hesir eru ikki at und­irmeta! 

Havi sjálv notið gott av at verið limur í Fá5, sum er fakligur áhugabólkur fyri sjúkrarøktarfrøðingar, sum arbeiða við børn­um og ungum. Havi verið í nevndini og sitið sum forkvinna eitt tíðarskeið. Vit hava ofta lyndi til at halda, at vit í Føroyum eru so lítil, og ikki halda so nógv um okkum sjálvi. At vit eru so lít­il, er ikki altíð ein vansi. Eitt nú, tá ið umræður fakligu áhugabólkarnar.  Við­hvørt er tað ein fyrimunur at vera í einum lítlum samfelag.
Fígging skal til í øllum førum, eisini tá ein fakligur áhugabólkur skal rekast. Her havi eg mangan eftirlýst, at árliga upp­hæddin frá okkara fakfelagi verður dagførd. Hetta er neyðugt at taka upp í felagnum. 

 

Álitisumboð

Okkara álitisumboð eru gull verd. Tey umboða okkara fakfelag millum okk­um limir í okkara dagliga arb­eiði. Álitisumboðini skulu tryggja okk­um okkara rættindi, og at vísa á okk­ara skyldur samsvarandi okkara sátt­mála. Hetta er ein áhugaverdur og ábyrgd­ar­full­ur postur. Mangan merkir hetta eina økta arbeiðsbyrðu í tíðarskeiðum. Her undrar tað meg, at hetta skal verða gjørt ókeypis! 

Á aðalfundinum verður ársins álit­isumboð valt saman við ársins sjúkra­røkt­ar­frøð­ingi. Hetta er eitt gott og viðkomandi tiltak frá felagsins síðu. Á henda hátt kunnu vit limir inn­stilla onkran, sum vit meta, hevur uppi­bor­ið heiðurin. Hetta er gott, men meira eigur at verða gjørt. Annað fak­felag hevur fingið eina samsýning til álit­is­umboðið í sáttmálan. Hetta eigur okk­ara fakfelag eisini at arbeiða fyri.

 

Samanumtøka

Mangt er at tríva í, tá lýsast skal, hvat hevur áhuga, og hvat er at arbeiða við frameftir. Ikki ber til at lýsa alt, og eingin loyna er, at tað tekur tíð at fáa broytingar framdar. Men tíbetur búgva vit í einum demokratiskum samfelag, har vit sum fakfelag, hava rætt til at møta til samráðingar. Tíðirnar broyt­ast og vit broytast við. Soleiðis er grund­arlag fyri javnt og samt at stríðast fyri at bøta um sáttmála og lønarlag. Hetta kemur ikki av sær sjálvum!

Fakfelagið er ikki bara forkvinna og nevnd. Í veruleikanum eru vit allir limir okkara fakfelag. Forkvinna og nevnd um­boða okkum limir, og í­ hesum sam­bandi vil eg bjóða meg fram at vera eitt umboð í­ okkara nevnd. 

Gott val! n