Valgrein: Kára Debess Magnussen

Skrivað hevur Óluva í Gong

05/03/2021

Eg eiti Kára Debess Magnussen, eri 47 ár og havi verið sjúkrasystir síðan 2000. Eg búgvi saman við Arnbjørn og tilsamans hava vit 4 børn frá 11 til 23 ár. Seinastu 12 árini havi eg arbeitt á B8 og Lunga Amb.. Eg vil fegin bjóða meg fram sum valevni til nevndarlim.

Nevndararbeiði hevur altíð havt mín stóra áhuga, serliga tí man kann hava á­virk­an á, hvat fer fram innan okkara fak. Hiðartil havi eg ikki ordiliga følt meg til at bjóða meg fram, men haldi at nú er tíðin komin, serliga tey seinastu árini, eg havi verið álitisumboð, hava lært meg nógv og birt áhugan.

Eg hevði sera fegin sæð at áhugin var størri um felagið var úti á arb­eiðs­pláss­unum millum limirnar og haldi heilt sikkurt, at tað kundi verði eitt mál hjá einum nevndarlimi. Eg kundi hugsað mær at gjørt felagið meira sjónligt mill­um limirnar og haldi avgjørt, at tað kundi verði ein fyrimunur fyri medi­cin­ska økið (er mítt arbeiðsøkið) at fingið ein nevndarlim. Eg haldi ikki, at felagið verður nógv umtalað á mínum arb­eiðs­øki, og tað kundi eg hugsa mær at broytt uppá.

Ein onnur grund, at eg velji at stilla upp, er meira persónlig. Eg kundi sera væl hugsað mær at fingið betri innlit í fakfelagsarbeiðið, tí vit eru oftast skjót at tala at, tá okkurt er sum vit ikki vænt­aðu, og tey fæstu av okkum gera nakað við tað, og her meini eg, er ein møguleiki at gera okkurt gott – bæði fyri sítt egna og samfelagið sum heild.

At enda vil eg siga, at tað er sera týdn­ingamikið, at felagið hevur sjónligar nevnd­arlimir úti í samfelagnum, sum kunnu tala okkara sak og tosa við stoltleika um okkara fak.

Um tit ynskja ein sjónligan nevnd­ar­lim, sum ikki er bangin at siga sína mein­ing og vil stríðast fyri at fáa eitt sjónligt felag í samfelagnum, so skulu tit velja meg til nevndarlim á komandi vali.

 

Takk fyri og gott val. n