Valgrein: Anja Perdomo

Skrivað hevur Óluva í Gong

05/03/2021

Enn eitt nevndarval stendur fyri dur­um, og aftaná at hava hugsað tað gjølla og væl ígjøgnum, tykist tað mær meira at vera eitt sjálvandi enn eitt ja, kanska burdi eg stilla upp aftur.

Hettar fyrsta nevndar­virk­semis­skeið­­­ið er farið aftur um bak, og tað hev­ur gingið sera skjótt. Eg var spent at byrja hettar nýggja kapitullið i mín­um lívi, og visti eg ikki nógv um hesa verð, men nú 4 ár eru runnin, eri eg vorðin væl klókari innan fakfelagsarbeiði og tann spennandi heimin, ið liggur her implisit.

Fakpolitikkurin er spennandi, hann gevur eitt sera gott innlit í fleiri arb­eiðs­við­ur­skifti, samstundis sum hann eis­ini er við til at menna okkara virk­semi innan okkara øki.

Í hesum 4 árunum hava vit verið sum nevnd ígjøgnum 2 lønarsamráðingar, sum hava leikað hart á. Vit hava staðið stinn­ar, hava kempað við øllum sum vit eiga. Í báðum førum endaði Felagið Før­oysk­ir Sjúkra­røkt­ar­frøð­ing­ar úti í um­fatandi verk­falli. Hóast ald­urnar vóru høgar millum partarnar, og sjálvt um tað sá ivasamt út til tíðir, reistust vit hvørja ferð upp aftur, bustaðu moldina av okkum og kempaðu víðari. Hendan nevndin saman við forkvinnuni er sera sterk og viljaføst, og eg havi verið sera errin av at vera ein partur av henni, líkasum eg vóni at kunna halda fram við at vera ein partur av nevndini og tí arbeiðinum, sum liggur fyri framman.

 

Eg velji at stilla upp aftur til nevndarval tann 20/3-21 fyri tey næstu 4 árini. Eg byrjaði mítt nevndararbeiði við ein­um ynski at arbeiða miðvíst fyri allar sjúkra­røkt­ar­frøð­ingar í Føroyum, og hetta arbeiði er tað, eg brenni fyri at halda fram við. Um eg skal nevna nakað heilt ítøkiligt, so er tað at fáa førleikarnar aftur inn á okkara eldra­øki. Tað er ørkymlandi at skula vera vitni til, at fleiri og fleiri av okkara gomlu koma inn á skaðamóttøkuna í dag og hava sár o.a., sum vit høvdu útruddað fyri 10 árum síðani. Vit mugu gera okkara besta og broyta hesa nei­ligu gongdina.

 

CNO (Chief Nursing Officer)

Eitt annað, sum stendur mær nær, er at fáa sjúkrarøktarfrøðingar inn á tey hægru leiðslustørvini í Føroyum, eitt nú innan t.d. Heilsumálaráðið. Aðrastaðni í heiminum sita sjúkrarøktarfrøðingar við høvuðsborðið og ráðleggja, hvussu heilsu- og almannamál skulu stjórnast. Hvør veit betur um hesi viðurskifti enn ein sjúkrarøktarfrøðingur?

Tá vit hugsa um, at sjúkra­røkt­ar­­frøð­ing­ar telja helvtina av arb­eiðs­­megini í heilsu­verkunum glob­alt, er tað nær­liggjandi at hugsa, at tá avgerðir verða tikn­ar politiskt, eiga okkara røddir at verða hoyrdar. Ein loysn kundi ver­ið tann nýggja CNO-strategiin (Chief Nursing Officer) – herí liggur strategiin um, at sjúkrarøktarfrøðingar ráð­geva lands­polit­ikkarum í politiskari heilsustrategi. Norð­ur­lond­ eru so smátt við at fáa hesa visj­ónina implementeraða. (https://dsr.dk/politik-og-nyheder/nyhed/sygeplejersker-raadgiver-regeringer-om-holdbare-loesninger) – og sjálv­andi er hetta nakað, vit sum eitt framkomið samfelag við vælútbúnum sjúkra­røkt­ar­frøð­ing­um, eiga at hava. Hettar er ár Sjúkrarøktarfrøðinga og vit hava eina sterka rødd, tíðin er búgvin og røtt nú. Um ikki nú, nær so? Málið er yvirskipað Heilsa fyri øll.

Tað er sera týdningarmikið og um­ráðandi at sjúkrarøktarfrøðingar eru við har, sum avgerðir verða tiknar – vit skulu halda fram við at arb­eiða miðvíst ímóti tí visjón, at okk­ara lands­politikarar fara at síggja tað rætta í at gera stórar íløgur í júst sjúkra­røkt­ar­frøð­ingar, og harvið venda eina neiliga gongd í framtíðini til eina bjarta jaliga framtíð, har vit fara at gera okkara til at minka um deyðiligheit, útoyða decub­itus, minka um sjúkrafráveru hjá sjúkra­røkt­ar­frøð­ing­um og harvið fáa størri avkast av okkara arbeiðsmegi.

Tað skal eingin loyna vera, at hava vit eina ordiliga normering á okk­ara heilsu­verki, hava vit eisini sera høg­ar førleikar í okkara vælútbúnu sjúkra­røkt­ar­frøð­ing­um, og hava vit sjúkra­røkt­ar­frøð­ingar, ið trívast og mennast, ja so fylgir alt tað progressiva við. Tað er tann vegin, vit skulu.

 

Løn

Eitt, ið upptekur okkum sjúkra­røkt­ar­frøðingar, er løn.

Tey 4 árini, eg havi sitið í nevnd­ini, er lønin hækkað. Til seinastu sam­ráð­ingar fekk Felagið Føroyskir Sjúkra­røkt­ar­frøð­ing­ar hækkað grundlønina so mikið, at ein sjúkrarøktarfrøðingur í 2022 á 2. lønarstigi fær hægri grundløn enn sjúkra­røktarfrøðingar fingu á enda­stigi í 2016.

Enn er tó ikki komið á mál. Lønin má fylgja ábyrgdini, ið sjúkra­røkt­ar­frøð­ing­ar­nir hava. Eg vil fram­hald­andi arbeiða miðvíst fyri at bøta um løn­ar­við­ur­skift­ini hjá sjúkra­røkt­ar­frøð­ing­um.

 

Stytt arbeiðsvika

Arbeiðsvikan er í útgangsstøðinum ov long. Okkara arbeiði er tungt og be­lastandi, sum viðførir, at vit alt ov ofta síggja arbeiðsfelagar bukka undir fyri strongd, blíva sjúkrameldaðar, og um tey klára at koma aftur á arb­eiðs­markn­aðin, má tað verða í niðursettari starvs­tíð.

Skal trivnaður vera á arb­eiðs­pláss­in­um, má og skal arbeiðsvikan styttast.

Hetta hevði eisini viðført, at sjúkra­røkt­ar­frøð­ing­ar verða longri á arb­eiðs­markn­aðinum, serliga í eini tíð, tá so stórur mangul er uppá sjúkra­røkt­ar­frøð­ing­ar.

 

Gott val og takk fyri!