Í mars mánað 2021 verður val til formann og nevnd í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar sambært §10 í viðtøkum felagsins.
Formaðurin verður valdur fyri seg
Til nevndina skulu tveir nevndarlimir veljast
Uppstillingin skal verða skrivlig, og verða latin skrivstovu felagsins í seinasta lagi 1. februar kl 16:00.
Upplýsið navn, bústað og arbeispláss. Uppstillari skal eisini skriva eina valgrein og viðleggja mynd til Vøku fyri at greiða limunum frá, hví teir skulu vejla júst teg.
Uppstillingarskjal er at finna her
Valið verður elektroniskt, og fer fram fyrst í mars mánað. Nærri kunning kemur seinni