Semja er gjørd

Skrivað hevur Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar

08/11/2020

Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar fegnast um, at semja er gjørd við Fíggjarmálaráðið, og at okkara limir tí sleppa aftur til arbeiðis. 

 Semjan er neyvt sama uppskot, sum vit bóru í Fíggjarmálaráðið fyri einum mánaði síðan. Tó er longdin á sáttmálanum longd við trimum mánaðum eftir ynski frá Fíggjarmálaráðnum, soleiðis at sáttmálaskeiðið er frá 31. oktober 2019 til 1. januar 2023. 

Fyri Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar hevur tað verið eitt krav, at sáttmálin minkar um skeivleikan í lønarlagnum hjá okkara limum í mun til aðrar yrkisbólkar við somu útbúgvingarlongd. 

Lønarkarmurin, ið semja nú er um, er gjørdur eftir drúgvar samráðingar, tó ikki á tí støði, ið felagið kravdi upprunaliga. Men við hesum sáttmálanum halda vit fast í gongdini, ið felagið setti út í kortið við seinastu samráðingar.

Tak semjuna niður her

Tak lønartalvur niður her