Ódámligur atburður frá sjúkrahúsleiðsluni

Skrivað hevur Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar

04/11/2020

Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar vil við hesum skrivi minna stjóran á sjúkrahúsverkinum Steinar Eirikstoft á, at hansara uppgáva er at leiða sjúkrahúsini, ikki at føra arbeiðsmarknaðarpolitikk ella renna ørindi fyri landsstýrismannin í fíggjarmálum. 

Stjórin bar ósannindi fram í Degi og Viku mánadagin um, at sjúkrarøktarfrøðingarnir høvdu sett bráðfeingistilbúgvingina í vanda. Hetta hóast sjúkrarøktarfrøðingar á bráðmóttøkuni G1 hvørki hava verið ella eru í verkfalli. Somuleiðis vóru dugnalig starvsfólk til arbeiðis á hjartadeildini B8, so hugsaða støðan hjá Steinari um ein blóðtøpp í hjartanum var beinleiðis villeiðandi. 

Stjórin brúkti hetta sum grundgeving fyri at gera seg inn á verkfallsrættin hjá sjúkrarøktarfrøðingum. Vit minna á, at tað var leiðslan, ið mánadagin sendi sjúkrarøktarfrøðingar til hús, ikki felagið.

Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar hevur sum partur í verkfallinum givið øll neyðug undantøk, og hevur á tann hátt tryggjað, at støðan á heilsuverkinum ikki gerst hættislig, meðan Fíggjarmálaráðið hevur sett seg afturá at bíða. Hetta veit stjórin, og tað er tí bæði óvirðiligt og ódámligt, at hann ber seg so soleiðis at móti sínum starvsfólki.

Verkfallið og tað, ið verkfallið hevur við sær, er íkomið av stirvnu støðuni, ið Jørgen Niclassen hevur. Hann brúkar støðugt lága lønarlagið hjá sjúkrarøktarfrøðingum, seinastu 50 árini, sum grundgeving fyri at halda fast í lønarmuninum upp til aðrar yrkisbólkar við somu útbúgvingarlongd.

Tað hevði klætt leiðsluni á sjúkrahúsverkinum betri at boðað landsstýrismanninum frá tí týdningi, ið sjúkrarøktarfrøðingar hava á sjúkrahúsunum og heitt á landsstýrið um at loysa upp í stirvnu støðuni.