Arbeiðsteðgurin verður víðkaður

Skrivað hevur Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar

23/10/2020

Vit mugu staðfesta, at Fíggjarmálaráðið ikki vísir nakran vilja at finna semju.

Vit víðka tí arbeiðssteðgin frá mánamorgni kl. 7, til at fevna um B6 á Landssjúkrahúsinum, galdandi fyri allar sjúkrarøktarfrøðingar undantikið deildarleiðslu og røkt og viðgerð av palliativum sjúklingum.