Verkfalsrætturin er hóttur

Skrivað hevur Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar

12/10/2020

Fíggjarmálaráðið hevur í dag havnað okkara uppskoti um semju, hóast nærum einki skilir partarnar fíggjarliga. Hetta líkist eini tilætlaðari roynd at trýsta okkum til at fara í verkfall. 

Líka síðan samráðingarnar byrjaðu, hevur fíggjarmálaráðið kravt, at vit frásiga okkum rættin at fara í verkfall. Hetta er sjálvandi ikki nakað, ið vit nakrantíð fara góðtaka. 

Men fara vit í verkfall, kann løgtingið, við almennu heilsustøðuni í heiminum sum grundgeving, taka verkfalsrættin frá okkum.

Tá vit í sambandi við seinastu samráðingar fóru í verkfall, fingu vit endiliga bøtt nakað um skeivleikan millum okkara limir og aðrar yrkisbólkar við líknandi útbúgving. 

Støðan er trupul, tí samstundis sum vit ikki kunnu góðtaka, at Fíggjarmálaráðið heldur fast í søguliga skeivleikanum, so kunnu vit heldur ikki lata tey lóggeva grundleggjandi rættin at fara í verkfall, frá okkum.

Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar umhugsar støðuna, men vónin er enn, at Fíggjarmálaráðið kemur aftur til samráðingarborðið, hesa ferð uttan krav um at taka verkfalsrættin og við honum veruliga samráðingarrættin frá okkum.