Partarnir samskifta

Skrivað hevur Óluva í Gong

08/10/2020

Í gjár endaði Semingsstovnurin royndina at finna eina semju um nýggjan lønarsáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.

Nevndin í felagnum hevur bæði í gjár og í dag umrøtt støðuna og ásannar, at støðan er trupul og álvarsom.

Bæði Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Lønardeildin í Fíggjarmálaráðnum eru tó greið yvir, at best er at finna eina loysn, sum báðir partar kunnu góðtaka, og tí er enn samskifti ímillum partarnir.