Sjúkrarøktarfrøðingur til Heimið á Sýnini

Skrivað hevur Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar

14/07/2020

Ert tú ein eldhugaður og samstarvssinnaður sjúkrarøktarfrøðingur, so er tað kanska júst tær vit leita eftir sum okkara komandi starvsfelagi.

Á heiminum á Sýnini hava vit 37 bú-, endurvenjingar-, og umlættingarpláss. Vit eru partur av Heimatænastuni í Vágum, sum veitir ymiskar tænastur til umleið 150 borgarar. Talan er tá um samskipaða tænastu, sum kann verða heimahjálp, heimasjúkrarøkt, mattænasta, dagtilboð og fyribyrgjandi heimavitjanir.

Vit vilja saman tryggja, at borgarar fáa eina samskipaða heildartænastu, sum tekur atlit til tørv, trivnað, fortreytir og sjálvsavgerðarrætt hins einstaka, og sum eisini ger tað gjørligt at verða heima sum longst

Søkt verður eftir:

  • Sjúkrarøktarfrøðingi í føstum starvi til Uppistovu á starvsbrøk 0,8 í skiftandi vaktum at byrja 1. september 2020 ella eftir nærri avtalu.

Førleikakrøv:

  • Útbúgving, prógv og autorisatión sum sjúkrarøktarfrøðingur
  • Kann verða fyrimunur at hava starvsroyndir innan økið

Vit vænta at tú:

  • Hevur áhuga í at arbeiða samsvarandi okkara málum
  • Er miðvís/ur í tilgongdini til arbeiðið sum sjúkrarøktarfrøðingur
  • Kann arbeiða sjálvstøðugt í virðiligum samskifti við aðrar fakbólkar, samstarvsfelagar og avvarandi
  • Er reflekterandi og kreativ/ur í tíni tilgongd til nýggjar uppgávur og broytingar
  • Hevur eina viðurkennandi tilgongd og ert áhugað/ur í at menna teg sjálva/n og aðrar starvsbólkar bæði við samstarvi og undirvísing
  • Ert áhugað/ur og sinnað/ur at arbeiða í tøttum samstarvi og toymum
  • Kennir viðkomandi lógir á økinum, faklig krøv og mannagongdir
  • Hevur telduførleikar á brúkarastøði og evni at seta teg inn í skipanir, ið verða brúktar á økinum
  • Við jaligum hugburði gevur títt íkast til ta broytingartilgongd, sum Heimatænastan er í

Vit bjóða tær:

  • Eitt gott og spennadi arbeiðspláss við eldhugaðum starvsfólkum
  • Ein fakligan spennandi og mennandi gerandisdag
  • Fjølbroyttar og avbjóðandi arbeiðsuppgávur
  • Møguleikan í at fáa ávirkan á menning og tænastur vit veita
  • Góða innleiðslu

Meira kunning:

Nærri fæst at vita um starvið, við at venda sær til Vanj Carlsen, deildarleiðara á tlf. 793212 ella til Jóngerða M. Nielsen, leiðara á tlf. 793201

Setanarviðurskifti:

Starvið verður sett frá 1. september 2020 ella skjótast tilber og lønt sambært sáttmála millum KAF/Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskar Sjúkrarøktarfrøðingar

Umsókn:

Umsókn saman við prógvum, autorisatión, viðmælum og øðrum viðkomandi skjølum verður at senda til: htv@htv.fo  Viðmerkið:"Sjúkrarøktarfrøðingur til Uppistovu".

Umsóknarfreistin er 10. august 2020 kl 12:00