Hátíðarløta í Kongshøll

Skrivað hevur Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar

03/07/2020

Í dag fingu 25 lesandi prógv í Kongshøll, og kunnu nú kalla seg B.Sc í sjúkrarøktarfrøði. Eisini fingu tveir sjúkrarøktarfrøðingar handað prógv fyri teirra masterútbúgving í Heilsuvísind.

Sjálvt um tiltakið varð samsvarandi almennu leiðreglunum um avmarkaða atgongd og frástøðu, var hetta ein hátíðarlig løta, har May-Britt Skoradal, varadekanur bjóðaði vælkomin og Magni Mohr, dekanur helt røðu.

Óluva í Gong, forkvinna fyri Felagið Føroyskar Sjúkrarøktarfrøðingar fekk eisini høvi at handa nýklaktu sjúkrarøktarfrøðingunum limanál felagsins.

Gestarrøðari var Kaj Leo Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, og fyri nýklaktu sjúkrarøktarfrøðingarnar helt Birita Baldvinsdóttir Iversen røðuna.
Hátíðarløtan endaði við sangframførslu frá Lenu og Niclas.

Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar ynskir nýklaktu sjúkrarøktarfrøðingunum og sjúkrarøktarfrøðingunum á master støði hjartaliga tillukku.