Noomi ársins álitisfólk 2020

Skrivað hevur Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar

17/06/2020

Á aðalfundi felagsins 13. juni varð Noomi Holm, álitisfólk á skurðgognini á Suðuroyar Sjúkrahúsi kosin sum ársins álitisfólk.

Grundgeving fyri innstillingini var: Noomi er ágrýtin og nærløgd. Í leikluti sum álitisfólk setir hon seg væl inn í viðkomandi viðurskifti og leitar sær holla ráðgeving og vegleiðing um neyðugt. Hon smæðist ikki burtur, tá tað snýr seg um at verja rættindi og skyldur hjá starvsfólki og felagi.

Noomi er alitisvekjandi, rættvís og ger eitt stórt arbeiði okkum øllum at frama. Hon er ein fyrimynd sum álitisfólk

Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar ynskir Noomi hjartaliga tillukku við heiðrinum