Av Skúlabonki í tilbúgvingina

Skrivað hevur Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar

08/04/2020

Lesnaðurin hjá Mariu Skála Davidsen og Rósu Ragnarsdóttir Hjaltalin er skiftur út við vaktir í heilsuverkinum, nú koronasmittan herjar. Tað er okkara skylda at hjálpa, siga tær. 

Tær læra til sjúkrarøktarfrøðing. Ganga á 3. ári og verða lidnar næsta summar, gongst sum ætlað.

Beint nú áttu tær at sitið á skúlabonki og lagt seinastu hond á mini-bachelor uppgávuna.

Men ístaðin hava umstøðurnar gjørt, at Rósa Ragnarsdóttir Hjaltalin og Maria Skála Davidsen nú eru farnar til arbeiðis, tí heilsuverkinum tørvar sjúkrarøktarfrøðingar. Eisini tey sum ikki heilt eru liðug við skúlagongdina.

Skylda at hjálpa

Fyri nøkrum vikum síðan varð undirvísingin á Fróðskaparsetrinum í sjúkrarøktarfrøði steðgað fyribils. Næmingarnir fingu boð um, at skúlin var partur av tilbúgvingini, og at tey høvdu møguleika at skriva seg upp at hjálpa til í heilsutænastuni.

Báðar meldaðu seg til, og nú arbeiðir Maria á B6 á Landssjúkrahúsinum, sum er medisinsk deild við ymsum sergreinum. Rósa starvast á Ellisheiminum og er haraftrat á listanum at arbeiða á koronadeildini á Boðanesheiminum, skuldi tað gjørst neyðugt.

Maria sá tað sum sína skyldu at fara til arbeiðis.

 -Eg meldaði meg til fyri at hjálpa, nú tað er brúk fyri tí, sigur hon.

Eisini Rósa kendi skylduna kalla.

 -Ongin segði, at vit skuldu. Men eg kendi tað kortini sum eina skyldu, tí skúlin var steðgaður, sigur Rósa.

Hon viðgongur, at hon var eitt sindur stúrin í fyrstani, tí hon hevur tvey smá børn, sum eru ávikavist 3 og 5 ára gomul.

 -Um eg skuldi til arbeiðis, máttu tey á dagstovn. Eg var bangin fyri, at um tey fóru á stovn, so kundi vera vandi fyri, at eg kundi føra smittu við til arbeiðis. Vit funnu tíbetur ansing í familjun ístaðin, greiðir Rósa frá.

Ongar náttarvaktir

Hvørgin teirra eru óroyndar í starvinum, Maria var í starvsvenjing á B8 og hevur starvast bæði har og á B6 í feriutíð. So umhvørvið á B6 er ikki nýtt fyri hana.

 -Mær dámar sera væl. Eg verði ikki koyrd út í nakað, eg ikki dugi. Eg havi eisini fingið at vita, at eg skal siga frá, um tað er onkur uppgáva, eg ikki kenni meg trygga í, sigur Maria. Hon heldur, at tað er ein fyrimunur at hava verið á deildini fyrr, so hon kennir fleiri av mannagongdunum.

Lesandi í sjúkrarøktarfrøði kunnu tó ikki taka náttarvaktir, tí tey hava ikki medisinábyrgd. Vaktirnar hjá Mariu eru tí dagvaktir frá 7 til 19 og kvøldvaktir frá 19 til 23. Færri eru á vakt um næturnar, og tær vaktirnar skulu kunna geva heilivág.

Ringt við ongum klemmi

Rósa hevur havt vaktir á Ellisheiminum um vikuskiftini og í frítíðini, so hon kennir væl arbeiðsplássið. Tó eru umstøðurnar rættiliga øðrvísi nú orsakað av korona-smittuvandanum. Starvsfólkin eru býtt upp í trý lið, sum arbeiða saman við teimum somu hvørja ferð. Búfólkini eru á kømurunum og skulu helst ikki hittast. Og starvsfólkini skulu eisini ansa eftir, ikki at koma ov tætt.

 -Hetta er hart, tí mín máti at vísa umsorgan, er at klemma tey. Tú følir, at tú fært ikki tikið tær av teimum, sum tú plagar, sigur Rósa.

Starvsfólkini royna at fara inn á kømurini hjá búfólkunum so nógv sum yvirhøvur gjørligt. Tey eru eisini farin at eta saman við frástøðu uppi á ovaru hæddini og spæla bingo, har búfólkini sita í hurðini á kømurunum. Soleiðis hava tey nakað av sambandi við hvørtannað.

Sosiala lívið á pausu

Arbeiðið í heilsuverkinum ger inntriv í sosiala lívið hjá bæði Rósu og Mariu. Starvsfólkini eru biðin um at avmarka sosiala lívið eftir arbeiðstíð fyri at minka um smittuvandan.

Rósa býr saman við børnunum og unnustanum heima hjá mammuni og manni hennara. Tey eru einastu fólkini, hon sær eftir arbeiðstíð. Pápan og systrina hevur hon ikki sæð í fleiri vikur. Sjálv er hon ikki bangin fyri at fáa korona, men hon er bangin fyri at smitta búfólkini á Ellisheiminum, og tí er hon sera varin uttan fyri arbeiðstíð.

Hjá Mariu er sosiala lívið skipað á sama hátt. Eftir arbeiðstíð er hon bert saman við manninum, og tey búgva í íbúð hjá ommu og abba Mariu. Umframt tey, sær hon eisini foreldrini.

 -Eftir at eg byrjaði á B6, havi eg avmarkað mína sosialu kontakt so nógv sum gjørligt. Av tí at vit búgva í sama húsi sum omma og abbi, royni eg at vera eyka varin. Og einastu fólkini, eg havi møtt uttanfyri okkara húsarhald, eftir eg eri byrjað á B6, er allar nærmasta familjan úti á Argjum, ið eru foreldrini. Men hetta eru tey einastu sum eg havi møtt seinastu tíðina.

Hon keypir inn onkuntíð, men vinfólk og annað sosialt lív er lagt á hillina fyribils.

Gamalt ynski

Maria er í dag 23 ára gomul. Fyrsti neistin til hugskotið at gerast sjúkrarøktarfrøðingur kveiktist, tá hon sum smágenta eina ferð var innløgd á barnadeildini á Landssjúkrahúsinum. Har hitti hon fleiri sjúkrarøktarfrøðingar, sum hon helt vera sera fittar og dugnaligar, og sum tóku sær so væl av henni. Nú hevur hon lisið í skjótt trý ár og er sannførd um, at hetta var rætta valið.

 -Eg havi altíð havt áhuga fyri umsorgan og at hjálpa fólki, sum ikki hava tað gott. Og eisini stóran áhuga fyri heilsu. Og tá ið eg møtti sjúkrarøktarfrøðingunum á barnadeildini fyri áleið 11 árum síðani, byrjaði tankin um, at einaferð kunna gera tað sama fyri onnur menniskju, tá ið eg sjálv bleiv vaksin. Eg havi eisini eina mammu, sum er sjúkrarøktarfrøðingur, og eina ommu, ið hevur starvast nógv á sjúkrahúsinum sum sjúkrahjálpari. Tær hava kveikt áhugan fyri fakinum, og tað eri eg sera takksom fyri.

Rósa, sum er 24 ára gomul, vildi fegin hava eitt lívsstarv, sum fevndi um alt menniskjað. Hon umhugsaði ljósmóður, men heldur, at sjúkrarøktarfrøðinga-yrkið hevur eina meira holistiska tilgongd og fevnir um alt menniskjað. Tað hevði sjálvsagt sína ávirkan, at mamma hennara eisini er sjúkrarøktarfrøðingur.

Rósa kennir seg vera komna á røttu hill.

 -Fyri hvønn part, vit verða liðug við, dámar mær hetta betur og betur. Og meira ábyrgd, mann fær, betur verður tað, sigur Rósa.

Hvat nú?

Enn vita Maria og Rósa ikki, nær tær skulu til undirvísing aftur. Upprunaliga fingu tær at vita, at tær verða partur av tilbúgvingini til 14. apríl. Um tíðarskeiðið verður longt, vita tær ikki enn, men tað verður helst greitt fyrsta dagin.

Rósa hugsar nógv um útbúgvingina í løtuni og vónar, at korona-støðan ikki fær ov nógvar avleiðingar fyri, nær tey verða liðug.

Báðar eru tær fegnar um at hava meldað seg til at hjálpa, nú heilsuverkið hevur brúk fyri hjálp.

 -Eg eri glað fyri at kunna vera ein partur av tilbúgvingini og at kunna veita eina hjálpandi hond, sigur Maria.

 -Tað er ein stoltleiki eina ferð at kunna siga, at eg var ein partur av tí at hjálpa til í korona-kreppuni, og at tað endaði so væl, sum tað gjørdi, sigur Rósa.