Tú verður avbjóðað á øllum frontum

Skrivað hevur Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar

06/04/2020

Vit vita allar, at okkara starvsfelagar eru knasandi dugnaligar, og at allar eru serfrøðingar á sínum øki. Hendan breiða medisinska fakligheitin gevur okkum trygd, sigur Thordis Reynstind, sjúkrarøktarfrøðingur á koronadeildini.

Thordis Reynstind er ein teirra, sum fólk kring allan heim eru farin at klappa fyri regluliga. Hon er sjúkrarøktarfrøðingur. Ein av hetjunum í fremstu røð í okkara heilsuverki.

Heilt har frammi stendur hon eisini, tá tað snýr seg um koronasjúkuna. Thordis er nevniliga millum teir 25 sjúkrarøktarfrøðingarnar, sum starvast á B7, ið er nýggja koronadeildin á Landssjúkrahúsinum.

Thordis var útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur í 2011 og hevur havt sítt dagliga starv á B6. Men hetta broyttist ein dagin í mars.

Valdu sjálvar

Landssjúkrahúsið fyrireikaði seg til koronasmittuna og spurdi sjúkrarøktarfrøðingar, hvør var til reiðar at arbeiða á serligu koronadeildini. Tá sjúkrarøktarfrøðingarnir á B6 fingu spurningin, var Thordis millum teirra, sum meldaði seg fúsa.

- Eg haldi, at næstan allar á B6 meldaðu seg til at hjálpa á koronadeildini, sigur Thordis.

 Sjálv metti hon seg hava góðar umstøður at siga ja.

 - Eg eri so mikið gomul, havi vaksin børn og kann uttan stórvegis trupulleikar taka meg sjálva úr mínum egna lívi, sammett við teir starvsfelagar, sum hava smá børn.

Blandaðar kenslur

Tað var tó við eitt sindur blandaðum kenslum, at Thordis játtaði at fara upp í korona-toymið. Sjúkan er nýggj og kann vera álvarsom. Onkra løtu vónaði hon, at koronadeildin kanska ikki fór at hava tørv á henni kortini. Hinvegin sá hon eisini møguleikan fyri at læra nakað nýtt.

Nakrar dagar seinni fekk Thordis boð um, at hon var millum teirra, sum skuldu starvast á koronadeildini. Hetta var ein sunnudag. Og dagin eftir byrjaði hon so á B7.

Tilsamans 25 sjúkrarøktarfrøðingar starvast á deildini - fimm í hvørjum toymi. Arbeiðsdagurin er væl longri, tí nú arbeiða tey 12 tímar í senn ístaðin fyri átta.

Onki sosialt lív

At starvast í heilsuverkinum fyri tíðina ger stórt inntriv í familjulívið, og serliga tá tú starvast á koronadeildini. Sjúkrahúsleiðslan heitti í skrivi 17. mars á starvsfólkini um at avmarka sosiala lívið uttan fyri arbeiðstíð fyri at minka um vandan fyri smittu.

Hetta merkir, at eftir arbeiðstíð fer Thordis heim og er ikki saman við øðrum fólkum uttan manninum og tveimum av børnunum, ið framvegis búgva heima. Tey eru 17 og 23 ára gomul. Hon keypir inn minst møguligt. Sær lítið til ommubørnini, sum eru fimm í tali, og kann ikki klemma tey. Heima verða handtøk, borðplátur o.a. sprittað av hvønn dag fyri at avmarka smittuvandan.

- Hetta er ein alvorliga stór broyting í gerandisdegnum hjá okkum. Ikki bara hjá mær. Eg fongsli í veruleikanum eisini bæði mann og børn, tí tey kunnu heldur ikki longur hava sítt vanliga sosiala lív.

Børnini fingu tó valið at búgva hjá mostrini hesa tíðina, um tey mettu krøvini vera ov hørð, men tey hava valt at vera heima. Maðurin og børnini halda tað vera strævið við avmarkingunum, men síggja eisini álvaran í tí.

- Tað ringasta er óttin um, at eg kann smitta onkran og gera tey sjúk. Eg eri ikki bangin fyri sjálv at gerast sjúk. Tað er meira hesin óttin fyri at bera nakað heim til familjuna, sigur Thordis.

 Vit-skulu-nokk-ordna-hetta

Tað serliga við arbeiðinum á koronadeildini er, at nógv spesiali eru savnað á einum stað, sigur Thordis.

 - Her eru sjúkrarøktarfrøðingar frá B6, B7, B8 og aðrastaðni frá. Vit kunnu kjakast um, hvussu vit loysa eina ávísa støðu, og tað er altíð onkur, sum hevur eina servitan á tí økinum. Og so er tað hesin serligi andin, at vit-skulu-nokk-ordna-hetta. Deildin hevur virkað sera væl.

 Tað keðiliga kann kanska vera, at tú sum sjúkrarøktarfrøðingur verður tikin úr tínum vanliga konteksti á arbeiðsplássinum.

- Nýggir starvsfelagar. Tú verður avbjóðað á øllum frontum. Og so hendan óvissan um, hvat fara vit at møta. Samstundis er hetta sera mennandi. Tú skalt ikki undirmeta, hvussu tú flytir teg, tá ið tú verður avbjóðað bæði persónliga og fakliga, sigur Thordis.

Ótti – og tryggleiki

Tú kanst næstan ikki tosa um korona uttan at fáa myndir og ræðandi hagtøl úr Italia og Spania fram í høvdinum.

Thordis viðurkennir, at tíðin, meðan hon bíðaði eftir at fáa at vita, um hon var millum teirra, sum skuldi starvast á koronadeildini, var eitt sindur ørkymlandi. Og at bíða eftir fyrsta koronasjúklinginum á deildini.

Hon kennir seg kortini púra trygga til arbeiðis.

-Vit vita allar, at okkara starvsfelagar eru knasandi dugnaligar, og at allar eru serfrøðingar á sínum øki. Hendan breiða medisinska fakligheitin gevur okkum trygd.

Slúsa til aðrar deildir

Summi hugsa kanska, at á koronadeildini kann ikki vera serliga nógv at gera, tí sambært almennu tølunum eru so fá innløgd. Men talið á innløgdum við korona lýsir ikki heilt veruleikan.

Koronadeildin er nevniliga slúsa til aðrar deildir á Landssjúkrahúsinum. Er nakar ivi ella illgruni um, at ein sjúklingur kann hava korona, verður hann fyrst fluttur á B7, har royndir verða tiknar.

Til svarið upp á royndina kemur, verður sjúklingurin viðfarin sum um hann hevur korona. Hetta merkir, at starvsfólkini skulu vera í neyðugu verndarútgerðini, tá tey kanna og eru um sjúklingin. Altso í drakt, handskar og masku við verndarbrillum ella visir.

 - Tú skalt vera í fullari mundering beinanvegin. Tað er eitt, sum er øðrvísi við hesum sammett við vanliga arbeiðið, sigur Thordis.

 Sjúklingarnir skulu so vera á einastovu, til svarið kemur upp á royndina. Tað kann taka einar 6-8 tímar at bíða.

Er royndin negativ, verður sjúklingurin fluttur á aðra deild. Er royndin positiv, og sjúklingurin er ússaligur, verður hann verandi á B7. So um tað nakrar dagar stendur í almennu hagtølunum, at bara ein persónur er innlagdur við korona, kunnu fleiri sjúklingar kortini hava verið koronadeildini.

Ongin av innløgdu koronasjúklingunum verið lívshóttandi sjúkur. Tey hava verið innløgd 1-2 dagar – onkur kanska longri – og eru so útskrivað aftur.

Alt er óvist

Í løtuni vita Thordis og hinir 24 sjúkrarøktarfrøðingarnir ikki, hvussu langt tíðarskeiðið verður á koronadeildini. Um tað verður nakrar vikur, mánaðir ella kanska ár. Og tey vita heldur ikki, nær tey aftur sleppa at vitja grannar, mussa ommubørn, fara á kaffistovu og onnur vanlig gerandisting.

Onki fíggjarligt endurgjald kemur á bankabókina hjá sjúkrarøktarfrøðingunum afturfyri at sleppa sosiala lívinum. Í øllum førum ikki her og nú. Men Thordis vónar, at sjúkrarøktarfrøðingar fáa vælvild og neyðugu virðingina frá myndugleikunum, tá koronaavbjóðingin er løgd afturum.

- Tað er fínt, at fólk klappa fyri okkum. Men minnist eisini til okkum til lønarsamráðingarnar. Sjúkrarøktarfrøðingarnir eru ein lyklapartur av tilbúgvingini, og tað kemur týðiliga til sjóndar í hesum døgum, sigur Thordis Reynstind.