Aðalfundurin útsettur

Skrivað hevur Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar

09/03/2020

Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar hevur avgjørt at útseta aðalfundin, sum skuldi verða leygardagin 14. mars.

Orsøkin er vandin fyri at spjaða corona smittu millum sjúk fólk og eldri borgarar kring landið. Eisini er stórur vandi fyri at heilsuverkið, heimatænastur og røktarheim kring landið verða løgd lamin, um smitta verður spreidd út, har nógvir sjúkrarøktarfrøðingar eru samlaðir.

Felagið hevur ikki ásett nýggja tíð, nær aðalfundurin verður hildin, men vit fylgja við støðuni og taka avgerð út frá, hvussu smittugongdin í Føroyum verður.