Visit Faroe Islands hevur heiðrað tveir sjúkrarøktarfrøðingar

Skrivað hevur Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar

27/02/2020

Visit Faroe Islands heiðraði í kvøld  tveir sjúkrarøktarfrøðingar.

Birgit Andersen, deildarleiðari og forkvinna í fakliga áhugabólkinum FPS, fekk heiðurin sum ársins ambassadørur fyri ráðstevnuna "Developing dialogue" 

May-Britt Skoradal, varadekanur fekk heiðurin fyri ársins átak í samband við altjóða vísindaligu ráðstevnuna "Football is Medicin 2020"  

Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar ynskir teimum báðum hjartaliga tillukku