Skriv sent til Javnstøðunevndina

Skrivað hevur Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar

10/02/2020

Nógv hevur verið frammi í miðlunum um at kvinnur og menn ikki fáa somu upphædd útgoldnað í mánaðarligari lívrentu tá tey eru farin av arbeiðsmarknaðinum. Útgjaldið er roknað út frá, at kvinnur liva longri enn menn.

Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar er heilt greitt ímóti hesum útrokningarhátti, tí her verður kynið lagt til grund fyri útrokningini. Spurningurin er um hetta er í tráð við javnstøðulógina, sum sigur, at tað ikki er loyvi at gera mun vegna kyn.

Í hesum sambandi hevur Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar vent sær til Javnstøðunevndina og biðið hana viðgerða um mannagongdin, har munur verður gjørdur á útgjaldinum eftir kyni, er brot á javnstøðulógina.