Forfall vegna veður

Skrivað hevur Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar

09/01/2020

Starvsfólk hjá landinum kunnu hava rætt til løn, um tey ikki sleppa til arbeiðis fyri veður. Hinvegin hava kommunurnar ongar fastar reglur á økinum. 

Nú illveður herjar um landið og nógvar avlýsingar eru, kemur meira enn so fyri, at tað ikki slepts millum bygdir og til arbeiðis fyri veður. 

Fráveran er lóglig í sjálvum sær, men hvørt tú hevur rætt løn undir fráveruni, kann valdast, um tú arbeiðir hjá landi ella kommunu.

Starvsfólk hjá landinum eru fevnd av eini vegleiðing frá 1992, sum merkir, at er veðrið so vánaligt, at tann almenna ferðslan liggur lamin, hava tey rætt til fráveru við løn. Tað er hinvegin ikki nóg mikið, um starvsfólkið sjálvt ikki hættar sær út at koyra millum bygdir í bili.

Hjá kommununum eru ongar felags reglur um forfall vegna veður. Kommunurnar avgera hettar sjálvar, hvør í sínum lagi. Eru ongar reglur ella praksis, hava starvsfólkini sum útgangsstøði heldur ikki rætt til goldna fráveru. 

Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar metir tað vera órímiligt, at tað kann vera slíkur munur á starvsfólkum hjá landi og kommunum. 

Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar heitir á kommunur og aðrar arbeiðsgevarar í sattmálaøkinum um ikki at draga síni starvsfólk í løn, tá tey ikki sleppa til arbeiðis fyri veður, so at tey eru verri stillaði enn tey, sum starvast hjá landinum.

Reglugerðin frá Fíggjarmálaráðnum er her:

www.fmr.fo/media/4235/veglei%C3%B0ing-um-fr%C3%A1ver%C3%B0udagar-orsaka%C3%B0-av-ringum-ve%C3%B0ri%C3%B0.pdf