Latið ikki etisku refleksjónirnar tagna.

Skrivað hevur Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar

08/01/2020

 

Felags samtykt frá norðurlendsku sjúkrarøktaretisku ráðunum í samband við norðurlendska etikkráðsfundi, sum var í Stockholm hin  23 – 24 september 2019, har sjúkrarøktaretisku ráðini hjá Svøríki, Noregi, Danmark, Grønlandi og Føroyum luttóku.

 

Latið ikki etisku refleksjónirnar tagna.

Heilsu- og umsorganarstarvsfólkum tørva tíð og stuðul, fyri at varðveita etiskt tilvit. Etiska refleksjónin er ein fortreyt fyri at taka vísar avgerðir í truplum støðum. Hon ber í sær ein møguleika fyri at fyribyrgja og handfara etiska strongd hjá heilsu-og umsorganarstavsfólki. Ikki minst, so er etisk refleksjón alneyðug fyri, at røktarstarvsfólk skulu hava evni, dirvi og orku til at gerast varug við tørvin hjá sjúklingum og avvarðandi.

Norðurlendsku londini hava somu avbjóðingarnar, tá ið tað snýr seg um, at vit verða alsamt fleiri eldri fólk, veðurlagsbroytingar, komandi lágkonjunkturar, ósemju um umhvørvi og eitt harðnandi politiskt huglag. Tað er ein eyðsýntur vandi fyri tilfeingistroti, og í tí sambandi verður uppaftur truplari at raðfesta innan heilsuverkið. Við ekka og stúran síggja vit longu nú, hvussu heilsu- og umsorganarstarvsfólk ikki hava neyðugu fortreytirnar fyri at varnast og kjakast um etisk ivamál og avbjóðingar í egnum virksemi. Tá etiska refleksiónin er tagnað, er trupult at venda gongdini. Tey, sum stríðast mest, eru tey sum hava tørv á umsorgan og sum ikki sjálvi megna at gera vart við seg. 

Tá rúmið fyri etiskari refleksjón millum tey, sum arbeiða næst sjúklinginum minkar, økist vandin, bæði fyri óetiskum handlingum og fyri at skeivleikar í røkt og viðgerð fer fram við borðinum, uttan at nakar letur seg merkja við tað. Áneyðin fyri einum høgum etiskum aðalkravið setir ikki bert krøv til einstaka starvsfólki, men eisini til leiðarar av heilsuverkinum og politiskar avgerðarmyndugleikar. Raðfestingar, bæði lokalar og tjóða mugu geva kor fyri etiskum refleksjónum, bæði á organisatoriskum støði og í arbeiðnum tætt at sjúklingunum. Tá etiska refleksjónin tagnar, hvørvir møguleikin fyri at handfara og gera vart við avleiðingarnar av manglandi tilfeingi.

Nærri kunning um virksemi og støðutakanir  hjá ráðunum eru at finna á leinkjunum niðanfyri:

Danmark: dsr.dk/ser

Føroyar:  sjukrarokt.fo

Grønland:pk.gl/ser

Noregi:    nsf.no/fag/etikk

Svøríki:swenurse.se/Vi-arbetar-med/Etik/Sjukskoterskornas-etiska-rad