20 ára føðingardagur hjá Fág4

Skrivað hevur Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar

06/01/2020

Vælkomin til 20 ára føðingardagin hjá Fág4!

27. januar 2020 fyllir Fág4 20 ár, og føðingardagurin verður hildin á Hotel Føroyum hósdagin 30/01-2020 frá kl. 8.30 til 15.00.

  

SKRÁ

08.30-9.00     Morgunmatur

09.00-9.45    Vælkomin. Søgan hjá Fág4 v/ Jónvør Christiansen

09.45-10.00    Hvønn týdning hava fakligu áhugabólkarnir? v/Óluvu í Gong, forkvinnu FFS

10.00-11.00    Sjúkrarøktarfrøðingur í Grønlandi v/Tordi Niclasen

11.00-12.00    Gransking innan eldraøkið í Føroyum v/Mariu Skaalum Petersen

12.00-13.00    Matarsteðgur

13.00-14.00    Gransking innan eldraøkið í Føroyum v/ Ásu Róin og Tóru Róin

14.00-15.00    At vera avvarðandi við ábyrgd, tá foreldrini gerast gomul og óhjálpin v/ Elsu og Róland í Skorini

 

Tryggja tær pláss í góðari tíð og melda teg til dagin við telduposti á  unnj@rodin.fo ella á tlf. 290213 í seinasta lagi 23. januar 2020 kl. 12.

Ókeypis fyri limir, sum hava goldið limagjald fyri 2019. Fyri ikki limir er kostnaðurin 700 krónur.

Nevndin í Fág4