Valfundur á felagnum

Skrivað hevur Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar

22/08/2019

Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar vísti í dag á einum kaffifundi við umboðum úr politisku flokkunum, hvat hevur týdning fyri at tryggja framtíðar sjúkrarøktina til føroyingar. Í stuttum vóru tað hesi trý evni, dentur varð lagdur á.

Stytt arbeiðsvika
Arbeiðsvikan eigur at styttast beinanvegin uttan lønarmiss. Ágóðar av styttari arbeiðsviku eru prógvaðir í okkara grannalondum tey nógvu seinastu árini, og tíðin er komin til, at vit í Føroyum fylgja teimum. Ágóðar sum t.d. betri lívsgóðska, færri sjúkradagar, fyribyrging av strongd og niðursliti, betri trivnaður og meira tíð til familjuna. 

Stytt arbeiðsvika er ikki ein sáttmálaspurningur, sum partarnir á arbeiðsmarknaðinum eiga at samráðast um. Hetta er heilt greitt ein uppgáva fyri Føroya Løgting til gagns fyri alt Føroya fólk.

Tryggja borgaranum dygdargóða sjúkrarøkt
Talið av lesandi til sjúkrarøktarfrøði má raðfestast í mun til hvønn tørv samfelagið hevur, soleiðis at vit megna at manna eitt framtíðar heilsuverk. Talið á sjúkrarøktarfrøðingum eigur at vera tryggjað, óansæð hvørjar raðfestingar Setrið annars ger. 

Tørvurin á serútbúnum sjúkrarøktarfrøðingum økist, so hvørt sum heilsuverkið mennist, og serøkir verða flutt heim. Tað er tí alneyðugt at peningur eisini verður settur av til miðvísa førleikamenning av sjúkrarøktarfrøðingum.

Tryggja eldraøkið
Tað eigur at verða gjørd ein samlað eftirmeting av eldraøkinum. Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar er av tí sannføring, at lógin um eldraøkið í dag er ófullfíggjað. Lógin setir ikki nøkur krøv um fakliga dygd, og enn er einki skipað eftirlit av eldraøkinum. 

Hugburðurin, at øll kunnu veita eldru borgarum røkt, er beinleiðis vandamikil, bæði fyri borgaran sjálvan og samfelagið sum heild.

Sjúkrarøktarfrøðingar hava ta hægstu útbúgvingina innan røkt, og eiga tí sjálvandi eisini at leiða sjúkrarøktina fyri at tryggja fakligu dygdina.

Tað verður spennandi at síggja, um politikararnir fara at seta hetta á dagsskránna og verða við til at tryggja framtíðar sjúkrarøktina til føroyska borgaran.

Tí vit vita, at TAÐ LØNAR SEG!