FáG4 tiltak

Skrivað hevur Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar

19/08/2019

Sera áhugaverdur fyrilestur tann19. september kl. 15.30-16.45


”Veje ind i og ud af ensomhed blandt ældre” v/ Christine E. Swane


Stað: í Hølum felagsins í Lucas Debesargøtu.

Christine E. Swane er kultursosiologur, Ph.d., granskingarleiðari og stjóri í
grunninum "Ensomme gamles værn". Hon hevur fjølbroyttar royndir innan
gerontologi sum ritstjóri á Gerontogisk Tidsskrift og leiðari á Gerontologisk
Institut.
Í apríl 2019 fekk hon ”Ældrerådenes Hæderspris 2019” fyri í mong ár at hava
verið talsfólk fyri tey veiku gomlu.

Fyrilesturin fer at snúgva seg um, hvønn týdning einsemi og menniskjalig
sambond (relatiónir) hava á ellisárum.

Tryggja tær pláss í góðari tíð og melda til dagin við telduposti á unnj@rodin.fo
ella á tlf. 290213 í seinasta lagi 16. September kl. 12.

Ókeypis fyri limir, sum hava goldið limagjald fyri 2019. Fyri ikki limir er
kostnaðurin 100 krónur.

Nevndin í Fág4
Jónvør Christiansen, forkvinna
Herborg Petursdóttir, skrivari
Unn Justinussen, kassameistari
Sunnuva á Lakjuni, nevndarlimur
Eileen Djurhuus, nevndarlimur