Semja

Skrivað hevur Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar

18/06/2019

SEMJA í málinum um setan av forstjóra og sjúkrahússtjórum í Sjúkrahúsverkinum
Tann 7. juni sendu 11 fakfeløg Heilsu- og Innlendismálaráðnum mótmæli móti samanseting av setanarbólkinum, sum skal gera tilmæli til landsstýriskvinnuna um setan av størvunum sum forstjóri á Sjúkrahúsverk Føroya, sum stjóri á Klaksvikar Sjúkrahúsi og stjóri á Suðuroyar Sjúkrahúsi.

Eftir samrøður millum partarnar er nú gjørd semja um, at setanarbólkurin eisini fær umboð frá starvsfólkapartinum í høvuðssamstarvsnevndini fyri Sjúkrahúsverkið.

Fakfeløgini førdu fram, at tað var brot á starvsfólkapolitikk landsins, at einki starvsfólkaumboð varð valt í setanarbólkin.

Semja er millum partarnar um, at setanarnevndin verður víðkað við umboðum frá starvsfólkasíðuni í høvuðssamstarvsnevndini fyri Sjúkrahúsverkið. Aðalstjórin harmast um, at starvsfólkaumboð frá starvsfólkasíðuni í høvuðssamstarvsnevndini ikki hava verið við í setanartilgongdini frá byrjan av og vísir á, at í framtíðini fer starvsfólkaumboð frá høvuðssamstarvsnevndini at vera við í setanum, sum Heilsu- og innlendismálaráðið varðar av í mun til Sjúkrahúsverkið.

Í mun til hesar ítøkiligu setanir av forstjóra og stjórum fáa nýggju limirnir í setanarnevndini møguleika at viðgera umsóknirnar og gjøgnumganga øll mál og avrit frá setanartilgongdini og at vera partur í tilmælinum til landsstýriskvinnuna um tær tríggjar setanirnar.

17. juni 2019

Heilsu- og innlendismálaráðið