Ársins álitisumboð 2019

Skrivað hevur Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar

13/03/2019

Uppgávan sum álitisumboð er avbjóðandi, mennandi og spennandi. 

Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar setur sera stóran prís á tað stóra arbeiðið og tað ágrýtnið, sum okkara álitisumboð hvønn dag útinna úti á deildunum. Tí gleðast vit yvir at kunna heiðra ársins álitisumboð í dag.

 

Jeanne Waagstein hevur ikki verið okkara álitsumboð leingi, men hevur verðuliga megna hesa týdningarmiklu uppgávu til fulnar.

Hon bleiv vald, sum okkara álitisumboð beint undan verkfallinum, hjá Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og var hetta ikki ein løtt uppgáva. Men Jeanne, sum ongar royndir hevði innan fakfelagsarbeiði, var sum ein "kappi" yvir deildina undir verkfallinum og var bindiliðið millum okkara deild og Felagið Føroyskar Sjúkrarøktarfrøðingar.

Jeanne arbeiðir fyri okkara rættindum og hon htevur, tað tíðina hon hevur verið álitsumboð, ment seg nógv innan fakfelagsarbeiði og setur seg verðuliga inn í "tingini". Tá okkurt er hon ivast í, søkir hon sær hjálp og vegleiðing á felagnum.

Jeanne er altíð klár at hjálpa okkum tá tørvur er á tí, og roynir altíð, alt hon kann, at loysa uppgávuna eftir besta førimuni. Hon er semjusøkjandi og ynskir, at øll hava tað gott.

Jeanne er ein kvinna við nógvum lýsingarorðum. Nøkur teirra eru: Loyal, kempari, sterk, erlig, dugnalig, faklig, diplomat, jalig og lívsglað.