Sjúkrarøktaretiska ráðið

Skrivað hevur Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar

08/02/2019

Tveir limir og ein tiltakslimur standa fyri vali til aðalfundin!

Nú er møguleiki at stilla upp til sjúkrarøktaretiska ráðið, og har við gera sína ávirkan galdandi innan hetta týðandi og sera áhugaverda økið í sjúkrarøktini.

Nærri kunning um virksemið hjá ráðnum fæst her á síðuni undir ”Sjúkrarøktaretiska ráðið” og síðani undir ”Viðtøkur” fyri ráðið.

Uppskot kunnu sendast til Katrin Andersen e-mail: vaka@olivant.fo

Sjúkrarøktaretiska ráðið