Onki kampval um nevndarsessirnar í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar

Skrivað hevur Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar

05/02/2019

Tá uppstillingarfreistin til nevndina í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingum var úti 1. februar, høvdu tveir limir bjóða seg fram.

Nevndarlimirnir Teresa Damgaard-Jarnfoss og Ása Samuelsen stóðu fyri vali, og báðar ynsktu afturval. 

 Av tí at bert tveir nevndarlimir standa fyri vali á hesum sinni verður einki nevndarval.

Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar unskir Teresu og Ásu hjartaliga tillukku við afturvalinum.