Developing Dialogue

Skrivað hevur Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar

03/01/2019

Nevndin í felagnum Føroyskir Psykiatriskir Sjúkrarøktarfrøðingar vil hervið bjóða til norðurlendsku ráðstevnuna, við heitinum ”Developing Dialogue”, sum verður hildin í Føroyum tann 19. - 21. septembur 2019.

Ráðstevnan snýr seg um dygdargóðar hættir og nýggjar fatanir innan sálarheilsu, umsorgan og psykiatri. Ráðstevnan fevnir breitt, við denti á at inndraga brúkarar og avvarðandi, fysisk heilsa innan psykiatriska øki, útbúgving, stigmatisering, skaðandi og sjálvskaðandi atferð.

Vit bjóða tær eisini at senda inn abstrakt um gransking ella praksis, ið kann leggjast fram á ráðstevnuni sum postari og/ella munnlig framløga. Freistin at senda abstrakt er 31/1.2019 

 Meira kunning um ráðstevnuna, tilmelding, kostnað  og skráseting sæst á: www.developingdialogue.fo

Ráðstevnugjaldið er:

Áðrenn 1. apríl 2019,  Kr. 4.000

Aftaná   1. apríl 2019, Kr. 4.500