Íløga í sjúkrarøktarfrøðingar viðførir betri heilsu og sparir samfelagnum pening

Skrivað hevur Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar

01/10/2018

Tær seks forkvinnurnar í teimum norðurlendsku sjúkrarøktarfrøðisfeløgunum standa aftanfyri “Nursing Now Nordic”. Hygg hvat tær hava at siga á hesum videoklippinum. Nursing Now Nordic

”Nursing Now Nordic” er svarið frá sjúkrarøktarfrøðisfeløgunum í Norðanlondum uppá altjóða átakið ”Nursing Now”, har endamálið er at  gera politikkarar varuðugar við týdningin av at gera íløgu í sjúkrarøktarfrøðingar.

Á norðurlendsku sjúkrarøktarfrøðisráðstevnuni, ið SSN skipaði fyri í Reykjavík í september, varð avgjørt virkið at luttaka í heimsumfatandi átakinum “Nursing Now”. Átakið er eitt samstarv millum altjóða sjúkrarøktarfrøðisorganisatiónina ICN og alheimssheilsustovnin WHO.

Endamálið við hesum trý ára átakinum frá 2018-2020 er at lyfta virðingina fyri sjúkrarøktarfrøðingum og at seta týdningin fyri sjúkrarøktarfrøðingum í brennidepilin, tá hugsa verður um heilsu, javnstøðu og fíggjarliga burðardygd.

Norðanlond vilja luttaka í átakinum við “Nursing Now Nordic”. Hygg eftir upptøkuni har forkvinnurnar frá teimum seks norðurlendsku sjúkrarøktarfrøðisfeløgunum greiða frá hví tað er umráðandi at seta sjúkrarøkt á politisku dagsskránna.