Álitisumboðsval

Skrivað hevur Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar

21/09/2018

Álitisumboðsval stendur fyri durum, og hevur tú hug at gera tína ávirkan og økja um tína vitan innan fakfelagsarbeiði, er møguleiki til tað nú

 

Álitisumboð fáa høvi at læra um álitisumboðsvirksemi, sáttmálan, lógir, sáttmálasamráðingar v.m.. Við øktari vitan økist eisini áhugin fyri arbeiðinum.

 

Álitisumboðið er knýtt at ávísum arbeiðsplássi og hevur beinleiðis samband við Felagið Føroyskar Sjúkrarøktarfrøðingar. Harumframt hava álitisumboðini samstarv sínámillum og hava møguleika at samstarva við álitisumboð innan aðrar yrkisbólkar.

 

Tað er sera umráðandi fyri samstarvið millum limirnar og nevnd/fyrisiting felagsins, at álitisumboð eru á so nógvum arbeiðsplássum sum gjørligt.

 

Útfyll tí uppstillingarseðilin

 

Til gangs fyri teg sjálva og tínar starvsfelagar.

Uppstillingarlistin skal verða felagnum í hendi seinast 10. oktober 2018