Professari Jack Needleman kemur til Føroyar

Skrivað hevur Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar

11/09/2018

Professari Jack Needleman

Á ráðstevnuni “Tað lønar seg”, sum verður í sambandi við 30 ára dagin hjá FFS, fer professarin Jack Needleman, hvørs arbeiði innan fólka heilsu, bæði menniskjaliga, peningaliga og polittiskt, hevur ført hann víða um, og nú eisini til Føroyar. Hann granskar í, hvussu broytingar í almennum politikki ávirka dygd og atkomuligheit  til viðgerð og røkt. Seinastu árini hevur hann kannað dygd og starvsfólkamanning á sjúkrahúsum, eftirmetingarhættir av dygd og skipanir av dygdarmenningar átøkum.

Jack Needleman er professari og “ Chair of the Department of Health Policy and Management” í USA. Eisini er hann “Director of UCLA Patient Safety Institute”. Serkunnnleiki hansara er: heilsu politikkur, heilsu búskapur, gjaldsásetingar á viðgerð og røkt, og dygd innan viðgerð og røkt. Áhugaøki hansara eru m.a. metingar av dygd, dygdarmenning og bygnaðarbroytingar.

Jack Needleman hevur dagliga yrki sítt á UCLA, Universitetið í Los Angeles, California, har hann undirvísir í heilsuvísund, granskingar háttaløgum og metodologi og í heilsu polittiskum analysum. Umframt arbeiði innan dygd, hevur hann kannað skipanir innan heilsuverk í fleiri londum. Og royndir hannasara spenna víða. Hann hevur verið leiðari á “Harvard Scool of Public Health”, starvast á “Public Policy Practice í  Washington Health Policy Research and Consulting Company”, og virkað sum konsulentur fyri almennar stovnar, har hann m.a. hevur gjørt gjaldsskipanir til sjúkrahús, læknar og røktarheim.

Gransking hannsara um starvsfólka setanir á sjúkrahúsum snýr seg um, hvussu nøktandi normeringar av sjúkrarøktarfrøðingum gagna sjúklingum, millum annað tí at sjúkrarøktarfrøðingar eru krittiskir um dygd og virki av útintari sjúkrarøkt. Frá ríkmiklu gransking hansara innan hetta økið, vísir granskingin (https://www.researchgate.net/publication/26291044_The_Role_Of_Nurses_In_Improving_Hospital_Quality_And_Efficiency_Real-World_Results) , hvussu sjúkrarøktarfrøðingar og starvsfólk, ið hava stuðul frá leiðslu eru aktivir partar av dygdarmenning og effektiviteti av sjúkrahúsviðgerð.

Dygd er í dag ein týdningamikil partur av lívinum hjá fólki á øllum økjum. Fólk velja dygd í dagligdegnum í mun til kost, frítíð, starv og ikki minnst, tá tað snýr seg um røkt og viðgerð av sjúku.  Sjúkrarøktarfrøðingar eru stórur partur av starvsfólkahópinum í heilsuverkinum, og standa fyri dygd innan viðgerð og røkt. Tó eru avbjóðingar, ið ávirka dygdina í arbeiðnum. Jack Needleman er heiðraður fyri granskingina um hvussu sjúkrarøkt og normeringar ávirka dygdina á sjúkrarøktini, og verða hesar kanningar nýttar á altjóða støði. Út frá hesari gransking er komið fram til, at tað loysir seg at seta fleiri sjúkrarøktarfrøðingar í starv. Jack Needleman er kendur fyri at duga væl at miðla, og spennandi verður at hoyra virkna professaran leggja granskingina fram um virði av sjúkrarøkt, á ráðstevnuni  4. oktober 2018.

 

(https://ph.ucla.edu/faculty/needleman) Tikin av netinum 11.07.2018