Ráðstevnan “Tað lønar seg” 04. – 05. oktober 2018

Skrivað hevur Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar

01/10/2018

Nú eru 4 vikur til ráðstevnuna “Tað lønar seg” 4.-5. oktober, og elektronisk tilmelding liggur á heimasíðu okkara. Har skulu tit eisini krossa av, um tit koma til døgurðan hóskvøldið 4. oktober kl 19.00.

Lesið skránna her

Samstundis, sum tit melda tykkum til ráðstevnuna, kunnu tit melda tykkum til filmin um sjúkrarøkt (endaligt heitið kemur), sum verður vístur í Havnar Bio 3. oktober. Tað verða tvær sýningar at velja ímillum, og báðar eru mikudag 3. oktober. Fyrra sýningin verður kl. 17.00 og seinna sýningin kl.19.00. Felagið bjóðar okkurt til góman aftaná. Filmurin er ókeypis.

Brellbitar um fyrilestrahaldarar á ráðstevnuni verða leypandi á heimasíðu okkara, og tit kunnu gleða tykkum til nakrar spennandi dagar í oktober mánaða.

Melda til ráðstevnuna her

Gevi gætur.  Tit, ið eru meldað til via info@sjúkrarøkt, skulu ikki melda til aftur.

 

Melda til filmsýningarnar her