Ráðstevnan - Tað lønar seg

Skrivað hevur Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar

05/07/2018

Í samband við at Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar hevur 30 ár á baki tann 1. oktober 2018, verður  í døgunum 4 og 5 oktober skipað fyri ráðstevnu undir heitinum “Tað lønar seg”.

Á ráðstevnuni fara vit at hoyra um gransking, ið staðfestir, hvussu íløgur í sjúkrarøkt løna seg fólkaheilsuliga og samstundis eisini búskaparliga.

Millum evnini eru, hvussu sjúkrarøktin ávirkast av lóg og útbúgving, hvussu etiskt umhugsni í sjúkrarøktini lønar seg og hví faklig leiðsla hevur týdning. Vit fara at hoyra partar av nýggjastu granskingini framd her á landi og í norðanlondum, innan eitt nú avanseraða sjúkrarøkt.

Vit fegnast um, at viðurkendir og hollir útlendskir granskarar ríka okkum ráðstevnudagarnar við áhugaverdari vitan. Vit fegnast ikki minni um okkara fólk, sum so ríkiliga granska í sjúkrarøktini og áhaldandi menna fakið, øllum at gagni. Lýsing av fyrilestrahaldarunum kemur seinni. Tit kunnu gleða tykkum.

 

Luttøkugjald fyri báðar ráðstevnudagarnar, íroknað døgurða, er:

-fyri limir           1.200 kr

-fyri ikki limir    4.000 kr

Tilmeldingarfreistin er 1. oktober 2018.  Við tilmelding skal upplýsast navn og limanummar.

Tilmeldingin er bindandi.

 

Lesið skránna her