50 ára hátíðarhald

Skrivað hevur Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar

28/02/2018

Í dag hittust 10 kvinnur á Hotel Føroyum. Høvið til tess var at hátíðarhalda, at tað júst eru 50 ár síðan, tær blivu útlærdar sum sjúkrarøktarfrøðingar. Tað var 29. februar 1968, at tær fingu prógv sum sjúkrasystrar, sum tað tá kallaðist, frá Sjúkrasystraskúla Føroya. 

 

Frá vinstru: Erna Olsen, Bjørg Joensen, Jonelisa Rasmussen, Elsebeth Klakkstein, Jona Nielsen, Anna Maria Persson, Anna Sofía Durhuus, Hjørdis Christiansen, Óluva Hentze og Anna Maria Rasmussen

 

Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar ynskir teimum hjartaliga tillukku.