Sjúkrarøktarfrøðingur til Strandarlon á Boðanesheiminum

Skrivað hevur Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar

14/02/2018

Brennir tú fyri eldraøkinum og fyri at skapa góð og virðilig kor fyri húsfólk og aldrandi borgaran, so er tað tær, vit leita eftir til Heilsu- og umsorganartænastuna.

Strandarlon er ein samansett deild við 17 búplássum, 2 umlættingarplássum og 5 rehabiliteringplássum, Her starvast sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar og heilsuhjálparar. Dentur verður lagdur á tætt tvørfakligt samstarv við fysio- og ergoterapeutar. Vit á Strandarlon stremba eftir høgari fakligheit, har vit arbeiða viðurkennandi og skapa ein gerandisdag, har búfólk, starvsfólk og avvarðandi trívast, mennast og hava tað gott.

 

TIL STRANDARLON VERÐUR SØKT EFTIR:

Sjúkrarøktarfrøðingi á starvsbrøki 0,8, frá 1. apríl 2018 ella eftir
avtalu. Arbeiðstíðin er í skiftandi vaktum og 3. hvørt vikuskifti.

 

FØRLEIKAKRØV

Prógv og autorisatión sum sjúkrarøktarfrøðingur

Áhuga at arbeiða við heilsustimbran, fyribyrgjan og endurvenjing

Góð evni at samskifta í skrift og talu
Hug at arbeiða og samstarva í eini tvøryrkisligari toymisskipan í
menning

KT-førleika á brúkarastigi

 

VIT BJÓÐA TÆR

Ein yrkisliga spennandi og mennandi gerandisdag


At menna tænasturnar í Heilsu- og umsorganartænastuni saman
við okkum

Eitt opið arbeiðspláss, góðar umstøður og fjølbroyttar avbjóðingar


Møguleika at seta tín dám á og framhaldandi at menna tænasturnar
hjá Heilsu- og umsorganartænastuni

  

SETANARVIÐURSKIFTI
Starvið sum sjúkrarøktarfrøðingur verður lønt sambært sáttmála við KAF / Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

 

MEIRA FÆST AT VITA
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Vár í Gong, deildarleiðara á Strandarlon, telefon 224108, ella við telduposti til var@torshavn.fo

 

UMSÓKN
Umsókn saman við prógvum, góðkenning og upplýsingum um útbúgving og royndir verður at senda til torshavn@torshavn.fo. Viðmerkjast skal: „Sjúkrarøktarfrøðingur til Strandarlon“.

Umsóknarfreistin er 26. februar 2018 kl. 12:00