Sjúkrarøktarfrøðingur til Heimatænastuna

Skrivað hevur Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar

14/02/2018

Norðoya Bú- og Heimatænasta søkir eftir sjúkrarøktarfrøðingi til Heimatænastuna

 

Brennur tú fyri at skapa góð og virðilig kor fyri heimabúgvandi borgaran í Norðoyggjum, so er tað kanska tær, vit sóknast eftir.

 

Vit sóknast eftir

Sjúkrarøktarfrøðingi í farloyvisstarv á starvsbrøki 0,7, frá 1. apríl til 31. desember 2018

Arbeitt verður í skiftandi vaktum og umleið 3. hvørt vikuskifti.

Høvuðsuppgávan hjá starvsfólkunum í NBH tekur støði í visjónini hjá NBH, sum er:

NBH strembar eftir at skapa fjøltáttaðar møguleikar fyri nærveru, eldru borgarum, avvarðandi og starvsfólkum at gagni.
NBH vil raðfesta fleksibilitet og samskapan í teimum loysnum, ið framyvir skulu finnast á eldraøkinum.
Fyritreytin er eitt hugvekjandi øki, sum er grundað á álit, høgt fakligt støði og virðing.

 

Førleikakrøv
Útbúgving og autoriasatión sum sjúkrarøktarfrøðingur
Royndir innan yrki
Áhuga í at arbeiða saman við eldri borgarum
Góð samstarvsevni
KT-førleika á brúkarastøði
 

 

Vit kunnu bjóða

Stórar fakligar avbjóðingar
Sjálvstøðugt starv
Gott samstarv við onnur fakfólk

 

Lønar- og setanartreytir:

Lønar- og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmála millum Fíggjarmálaráðið, Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Per Johannessen, deildarleiðara, á tlf. +298 793470.

Umsókn, við avritum av prógvum, autoristatión v.m., verður at senda til nbh@nbh.fo 

ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, Postsmoga 2, FO-710 Klaksvík.

 

Umsóknarfreistin til starvið er á middegi fríggjadagin 2. mars 2018.