Verkætlan FFS 30 ár

Skrivað hevur Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar

08/02/2018

Verkætlan FFS 30 ár

Kæru sjúkrarøktarfrøðingar. Ætlanin við hesum bloggi er, at allir limirnir í FFS skulu hava møguleika til at fylgja gongdini í verkætlanarstarvinum, tí sum  Óluva í Gong, forkvinna okkara sigur, er hetta  okkara verkætlan. Bloggurin verður lagdur á heimasíðu okkara, og deildur út á fb bólkin. Her kunnu viðmerkingar og annað skrivast.

At byrja hesa verkætlan, er stórt og spennandi. Uppgávan er í stuttum at lýsa søguna hjá FFS seinastu 30 árðini, og at lýsa/varpa ljós á sjúkrarøkt. Tað er ein breitt orða uppgáva, og merkir, at strukturur, hugskot, uppgávur og háttur, skulu skapast í/undir verkætlanar prosessini. Tað merkir eisini, at bert ímyndingarevnini seta mørk fyri, hvat  skapast, so leingi arbeitt verður innanfyri ásettu karmarnir, tíð- og fíggjarkarmar.

Hetta frælsi, er eisini avbjóðingin. Og spurningurin at seta er: Hvussu varpa vit best ljós á sjúkrarøkt.

Í sambandi við verkætlanina, er felagshølið í ‘kjallarinum’ á Lukas Debesargøtu 14 í løtuni kantór, og dagligur aktivitetur, er sostatt í øllum rúmun í húsinum.

Ætlanin til øll átøk eru góðtikin av nevndini. Tó vilja tað koma broytingar og møguliga nýggj hugskot. Alt verður lagt fyri nevndina, og tað verður skrivað her.  Fyrstu mánaðirnir vóru nýttir til at lesa gerðarbøkur, Vøku, frá stovnanini 1988, og annað áhugavert frá søgu felagsins. Hetta verður áhaldandi virkið, samstundis sum søga og lýsing av sjúkrarøkt verður skrivað. Og hetta er ikki keðiligur lestnaður. At fáa eitt nýtt felag at virka, krevur bæði áræði og hugkveikni, umframt fysiskar karmar, struktur, og mál at arbeiða fram í móti.

Ætlanin, ið løgd er fyri nevndina:

-Søguliga gongdin seinastu 30 árðin, verður grundað á gerðarbøkur, fundarfrásagnir og frásagnir, frá forkvinnum og  ørðum. Samtalur eru í gongd.

-Vit skullu hava eitt brand, ið merkir alt, sum kemur út, í sambandi við verkætlanina. Brandið er liðugt, sniðgivið av Hannis Egholm, arkitekti og grafiskum designara.

- Vit skulu hava eina plakat. Edward Fugloy, listamaður, er í gongd við at skapa okkum eina mynd, og sendir uppskot seinast í januar. Tit frætta, tá vit fáa uppskotið frá honum. 

-Ein longri filmur um søguna seinastu 30 árðini er í gerð. Tað eru teir báðir,  Uni Argi og Hans Petur Hansen, ið gera okkara film. Teir gjørdu eisini filmin um Havnar Arbeiðsmannafelag, ið er eitt frábært verk. Filmurin skal vísast á KVF undan føðingardegnum 01.10.2018

 -Smærri film spott’s, (stuttfilmar). Ein ca 1 minutt til longdar, og 3 styttri at varpa ljós á sjúkrarøkt. Tað eru brøðurnir Coba, Michael og Thomas, ið hava fyritøkuna Covboyfilm, ið standa fyri stuttfilmunum. Vit lata okkum hugkveikja av norsku stuttfilmunum, men gera okkara egnu. At síggja og hoyra, er ein sera góður háttur, at fanga uppmerksemi.

Stuttfilmarnir skulu leggjast á heimasíðu okkara,og verða deildir út á fb. Har kunnu vit deila filmarnir , so teir røkka langt.  Upptøkurnar eru lidnar. Takk øll tit, ið vóru statistar, og fingu tiltakið at bera til. Vit hava ikki sæð upptøkurnar enn, so  tit frætta aftur. Tá filmarnir eru klárir, verða teir lagdir út beinanvegin.

Àhugafeløgini verða kontaktað, í sambandi við lýsing av sjúkrarøkt. Tað er vegna tað, at nevndirnar í áhugafeløgunum varða av ymiskum økjum  innan teirra fak, og øll virka í praksis, umframt við menning av sjúkrarøkt.Hetta arbeiði er í gongd

Greinar, íð varpa ljós á sjúkrarøkt, verða settar í Sosialin eina fer um mánaðin. Greinirnar eru frásagnir frá lívinum hjá ymiskum SRF.  Søgur, ið vekja áhuga hjá almenningurin. Fyrsta greinin kemur mikudagin 07. 02, og er frá samrøðu við eina av fyrimyndum okkara innan sjúkrarøkt,Marina Samuelsen, ið starvaðist í psykiatriini, til hon sum 80 ára gomul, legði frá sær í fjør. Greinirnar verða samlaðar í eitt greinasavn, og printaðar saman við Vøku, undan føðingardegnum í oktober.

Føðingardagur Felagsing verður hátíðarhildin við eini ráðstevnu 4.-5. oktober, við framløgum frá m.a. Jack Needleman, professara og Sirið Steenberg, landstýriskvinnu. Minnst til,  ikki at gloyma at seta x í kalendarin.  

Verkætlanin er ein spennandi avbjóðing, og onki kann sigast frammanundan um,  hvussu leikur fer. Men tað eru nógv dugnalig fólk ið viðvirka, at fáa verkið at henda.

Tit frætta aftur.