Anæstesisjúkrarøktarfrøðingur til Suðuroyar Sjúkrahús

Skrivað hevur Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar

17/01/2018

Søkt verður eftir einum anæstesisjúkrarøktarfrøðingi til anæstesideildina frá 1. apríl 2018.

Arbeiðstíðin er 1,0 við tilkallivakt heimanífrá.

Umsøkjarar við royndum innan økið hava fyrimun.

Umsóknir til longri vikarstørv hava eisini okkara áhuga.

 

Vit vænta at umsøkjarar:

o hava prógv og góðkenning sum anæstesisjúkrarøktarfrøðingur

o vilja hava mennandi avbjóðingar

o hava evni at arbeiða sjálvstøðugt

o eru positiv, fleksibul og hava góð samstarvsevnir

o hava hug og vilja at arbeiða við egnari fakligari menning og førleika

o kenna ábyrgdarkenslu at skapa góðan trivna á deildini

o eru áhugað at undirvísa lesandi og næmingum

o hava telduførleika - vit nýta Cosmic.

 

 

Vit kunnu bjóða:

o ein áhugaverdan og skiftandi arbeiðsdag saman við góðum starvsfeløgum

o eitt starv við nógvum fjølbroyttum avbjóðingum

o fakliga og persónliga menning.

 

Setanartreytir:

Løn- og setanartreytir sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.

 

Meira fæst at vita:

um starvið við at venda sær til Agnete Vestergaard, deildarleiðara.

 

Umsókn við autorisatión og CV skal sendast til:

Suðuroyar Sjúkrahús

stílað: Ronnie Midjord, sjúkrahússtjóri

Postboks 51

810 Tvøroyri

ella

ssh@ssh.fo

Umsóknarfreist: 25. februar 2018