Samhugaarbeiðssteðgur lýstur!

Skrivað hevur Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar

12/01/2018

Soljóðandi skriv er í dag handa lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum:

 

Vísandi til avtalu frá 1. juli 2014 millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskar Sjúkrarøktarfrøðingar um fráboðanarform og fráboðanarfreist undan arbeiðssteðgi, herundir eisini  samhugaarbeiðssteðg, verður hervið boðað frá samhugaarbeiðssteðgi fyri allar sjúkrarøktarfrøðingar sum starvast hjá Almannaverkinum galdandi frá mánamorgni 15. januar 2018 kl. 07:00 til 16. januar 2018 kl. 07.00.

 

Arbeiðssteðgurin fevnir um allar sjúkrarøktarfrøðingar í Almennaverkinum alla arbeiðstíðina.

 

Óluva í Gong, forkvinna sigur, at Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar fer í samhugaverkfall fyri at vísa stuðul til, at Føroya Pedagogfelagið skal sleppa at føra egnar samráðingar.