Sjúkrarøktarfrøðingur fær viðhald frá Umboðsmanninum

Skrivað hevur Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar

09/10/2017

  • Lisa Muller
    Av heimasíðuni lisam.dk

Almennir arbeiðsgevarar skulu ikki havast at, tá starvsfólk nýta sítt talufrælsi

Danski sjúkrarøktarfrøðingurin Lise Muller varð av leiðsluni innkallað til fund, eftir at hon hevði skrivað eina støðufráboðan á sinum facebook vanga. Í støðufráboðanini skrivaði Lise um sína ørkymlan um bygnaðarbroytingar og uppsagnir í heimatænastuni, har hon starvaðist. Innkallingin til fundin kom bert 13 minuttir áðrenn fundurin skuldi byrja. Á fundinum bleiv støðufráboðanin lisin fyri henni og hon fekk at vita, at hon ikki skuldi nýta sínar starvsfelagar til egna politiska promovering og at tað hon hevði skrivað, var ikki í tráð við veruleikan. Lise Muller er eisini regionsráðslimur fyri SF.

Les um fundin og les støðufráboðanina her

Umboðsmaðurin í Danmark hevur nú sett eitt punktum í síni viðgerð av málinum og staðfestir, at almennir arbeiðsgevarar ikki skulu havast at, tá starvsfólk nýta sítt tælufrælsi.

Les meira um avgerðina hjá umboðsmanninum og samrøðu, sum Politikken hevur við Lise Muller, eftir avgerðina hjá Umboðsmanninum. Trýst her her