Hugnakvøld fyri limir í Fá2
mán. 28. okt. kl. 19.30

Nú er eitt gott høvi hjá okkum við áhuga fyri krabbamein og palliatión at hittast.

Áhugabólkurin Fá2 skipar fyri hugnakvøldið 28. Oktober 2019 kl 19:30 í hølum felagsins Lucas Debesargøta 14.

Hansina Mikkelsen og Lena Bjarnason, sum báðar starvast sum sjúkrarøktarfrøðingar í palliativa toyminum á Landssjúkrahúsinum, fara at siga frá palliativari ráðstevnu, sum tær vóru á í Berlin, fyrr í ár. Evnið á ráðstevnuni var palliatión í framtíðini.

Síðani verður kjak og prát.

Kaffi og okkurt søtt til góman verður at fáa.

Neyðugt er at boða frá luttøku á tlf 518611 ella umvegis teldupost okkara: fa2.sjukrarokt@gmail.com

innan 25. Oktober.

Vinarliga

Nevndin í Fá2.