Spennandi dagur um Person-centered Care (PCC)
hós. 14. feb. kl. 09.00 - 15.00

Vælkomin til spennandi evnisdag hjá FÁG4 við evninum Person-centered Care (PCC)  

Hósdagin tann 14. februar 2019 frá kl. 09.00-15.00 á Hotel Føroyum

PCC merkir at veita heilsurøkt, sum tekur støði í fortreytum, tørvi og virðum hins einstaka, og tryggjar, at sjúklingins virðir stýra øllum kliniskum avgerðum.  

 Evnið verður lýst av Ásu Róin og Sunnuvu á Lakjuni og møguliga fleiri út frá ymiskum gerontogiskum sjónarhornum so sum visitatión og rehabilitering.

Fyri at tryggja dygdina í heilsutænastum til eldri í komandi tíðum mælir WHO til grundleggjandi broyting í tilgongdini at veita heilsutænastur til eldri.

Person-centered Care, PCC, ella ein persónsmiðsavnandi tilgongd verður mett at kunna tryggja eina haldføra og dygdargóða tænastuveiting til eldri. Kjarnuvirðini í PCC eru, at eldri borgarin verður sæddur sum ein virkin luttakari, ið sjálvur kann taka skikkaðar avgerðir um egna heilsu og vælveru. Tænasturnar verða lagdar til rættis saman við eldra borgaranum, og atlit verður tikið til tørvin, væntanirnar og gerandisdagin hjá tí eldra út frá einum holistiskum sjónarhorni, og ikki bert í mun til sjúkur.

 Vinaliga meldið til dagin við telduposti á jonvorj@gmail.com ella á tlf. 214026 í seinasta lagi 11. februar kl. 12.

Ókeypis fyri limir, sum hava goldið limagjald í 2018. Fyri ikki limir er kostnaðurin 600 krónur.

Jónvør Christiansen, forkvinna, jonvorj@gmail.com    
Marjun á Fløtti, kassameistari, marjunafloetti@gmail.com
Sunnuva á Lakjuni, skrivari, sunnuval@nbh.fo